Ósemjan á Innheintingini á Toll- og Skattstovu Føroya er enn eitt av mongu dømunum um, hvussu illa tann bólgnandi meginfyrisitingin virkar aftaná umfatandi bygnaðarbroytingarnar.
Meginfyrisitingin er nógv útbygd við nýggjum leiðarum, sum hvørki hava fyrisitingarligar tíansheldur leiðsluroyndir. Størsti trupulleikin hjá Starvsmannafelagnum er, at vargur er komin í umsitingina. Ein sáttmáli er undirskrivaður av báðum pørtum, men meginparturin av almennu leiðslunum kenna ikki innihaldið í honum, og bróta ferð aftaná ferð fleiri reglur.
§ 2 í sáttmálanum sigur, at tá umfatandi broytingar henda á einum arbeiðsplássi skulu starvsfólkini hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Bygnaðarbroytingarnar hava ført við sær, at henda regla ferð eftir ferð verður brotin - eitt dømi var málið um Landsverkfrøðingin. Í samband við umskipan av Fíggjarmálastýrinum var upprunaliga ætlanin, at Innheintingin skuldi flyta saman við Gjaldstovuni í Albert Hall, men tá tað kom til stykkis, var ikki pláss fyri økinum. Í staðin varð økið lagt undir Toll og Skattstovuna uttan at starvsfólkið varð tikið við upp á ráð ella eftirspurt og samstundis vórðu fráboðaðar aðrar munandi broytingar. Hetta hevði m.a. við sær, at fyrrverandi økisstjórin gjørdi av at siga seg úr starvi.
Nýskipanardeildin á Løgmansskrivstovuni hevur sett í gildi ein starvsfólkapolitikk, sum teirra egnu leiðslur onga virðing hava fyri.
Ta vend sum ósemjan á Innheintingini hevur fingið seinastu vikuna, fata vit sum grundleggjandi álop á allan organisatiónsrætt hja fakfeløgum og taka vit hetta í størsta álvara. Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka at almennar leiðslur loypa á meginæðrina í fakfeløgunum og burturvísa álitisfólkum, sum gera sína skyldur sambært sáttmálanum, § 3 stk. 6 sigur, at álitisfólk hava rætt og skyldu til at tingast við deildar- og stovnsleiðslur um øll mál, sum hava týdning fyri starvsfólkið og stovnin. Er álitisfólkið ikki nøgt við avgerð leiðslunnar, skulu tey leggja málið fyri felagið.
Og tað er hetta, sum er hent á Innheintingini. Álitisfólkini fingu ikki loyst málið og felagið hevur tikið yvir. Men leiðslan á innheintingini noktar at tosa við felagið, og vil bert tosa við starvsfólkini ein og ein.
Leiðslan á Toll- og Skattstovuni sigur, at álitisfólkini hava eggjað til ófrið við at boðsenda starvsfólkunum á fund í arbeiðstíðini. Álitisfólkini hava ikki gjørt annað enn eftir boðum frá nevndini í Starvsmannafelagnum, at biðja starvsfólkini koma á fakligan fund hjá felagnum, tí støðan á stovninum var so álvarsom, at fólkini fingu ikki arbeitt. Vit hava sum fakfelag rætt til at kalla limirnar saman til fakligan fund, tá ósemjur eru. Tá ovara leiðslan ikki tekur um endan og fær stovnin at virka, hvør skal so annars gera tað enn Starvsmannafelagið.
Í brævaskiftinum sum hevur verið millum Innheintingina og felagið, vísir leiðslan á Toll- og Skattstovuni á reglur sum eru galdandi í donskum arbeiðsrætti, og vit merkja dag og dagliga at rættarpraksis sum er galdandi fyri danskan arbeiðsrætt verður spakuliga lirkað inn á okkum.
Hvat siga politikkarar og almennar leiðslur til at ein stovnur liggur lamin í eina heila viku? Hetta tí at álitisfólk gera sínar skyldur og vísa á at stovnurin als ikki virkar, og afturfyri verða víst burtur úr starvi. Álitisfólkini verða løgd undir ikki at vilja tosa við stjóran Óla Heinesen. Hetta er beinleiðis ósatt. Álitisfólkini hava sjálvi havt uppskot um at tosa við stjóran, men hava frá deildarleiðaranum fingið at vita, at tað hava tey ikki heimild til. 11. nov. royndu trý starvsfólk saman við einum prosjektleiðara hjá Toll- og Skattstovuni, at fáa fund við Óla Heinesen, men hetta varð blankt avvíst, og vórðu tey víst aftur til deildarleiðaran á Innheintingini.
Tá støðan gerst so fastlæst má felagið traðkað til, og hjálpa álitisfólkunum og leiðsluni at loysa trupulleikan.
Í skrivi sínum tann 28. nov. vísa stjórin á Toll- og Skattstovuni og økisstjórin til skriv frá Starvsmannafelagnum dagfest 25.11.1999, og siga m.a. har, at starvsfólkini á Innheintingini hava skipað fyri arbeiðssteðgi tí at tey ikki kunnu koma á tal við leiðsluna og at hetta ikki er rætt. Fyri góðan ordans skuld skal verða endurgivið at tað, sum stóð í umrødda skrivi var hetta:
1. Álitisfólkini á Innheintingini hava roynt, samb. § 3, stk. 6, at tingast við leiðsluna um mál, sum hava týdning fyri starvsfólkini og stovnin. Hetta hevur ikki eydnast, og hava tey so lagt málið fyri felagið.
2. Toll- og Skattstovan kann ikki krevja, at onnur starvsfólk skulu veljast til álitisfólk, enn tey, sum starvsfólkini hava valt, samb. § 3, stk. 1, og er tað sambært sáttmálanum bert Starvsmannafelagið sum góðkennir valið av álitisfólkunum.
3. Øll gongdin í málinum, frá fyrstan tíð, er hvørki sambært § 2 í sáttmálanum, um broyting í arbeiðsgongd og um broyting av starvslýsingum, ella starvsfólkapolitikkin hjá Løgmansskrivstovuni, og tí fer Starvsmannafelagið ikki at góðtaka uppskot tykkara til loysn av málinum.
4. Starvsmannafelagið kemur undir ongum umstøðum at góðtaka burturvísing av álitisfólkunum, og verður Toll- og Skattstovan tí biðin um treytaleyst at taka tær aftur.
5. Vit vilja enn einaferð heita á Toll- og Skattstovuna um at koma á fund um málið at tosa um upprunatrupulleikarnar, sum ikki eydnaðist álitisfólkunum at koma á tal við tykkum um, og sum eru orsøkin til verandi støðu.
Aftursvarið hjá Toll- og Skattstovuni var, at øll starvsfólkini á Innheintingini fingu eitt borið bræv, har sagt varð, at tey eru at rokna sum rýmd úr tænastu um tey ikki koma til arbeiðis, og at tey kunnu rokna við einum endurgjaldskravi.
Vit hava fleiri ferðir biðið um fund um málið, men hava hvørja ferð fingið at vita, at Toll- og Skattstovan hevur einki at tosa við felagið um. Vit eru framvegis til reiðar at finna eina loysn, so at hetta óneyðuga stríð kann verða loyst sum skjótast, og eru altíð til reiðar at koma á fund.