Yunus verður nevndur bankamaður teirra fátæku. Hann, ið er professari í búskaparfrøði, hevur í heimlandi sínum skapt eina bankaskipan, ið ger tað møguligt hjá teimum fátæku at lána uttan trygd til at stovna smáfyritøkur. Skipanin, ið er ein stór succés, er nú útbreidd til 40 lond. Seinasta landið, ið hevur tikið smábankaskipan Yunusar til sín er Kina. Eygleiðarar vænta sær ómetaliga nógv av hesi skipan. Yunus ætlar at nýta peningin til eina verkætlan at framleiða ódýrar matvørur, til eitt eygnahospital og annað vælgerandi virksemi.
Norska nobelnevndin, sum hevur gjørt av at veita Yunus friðarheiðurslønina, ger vart við, at henda avgerð skal skiljast sum, at nú má ein dialogur fáast við muslimska heimin. Fáa vit ikki henda dialogin skjótt, kann tað enda við einum ræðuligum ragnaroki, har eingin verður vinnari, men øll gerast taparar. Formaðurin í nobelnevndini ávarar staðiliga móti tí dæmonisering av muslimska heiminum, sum er íkomin eftir yvirgangsatsóknina móti World Trade Ceneter á sinni. Avgerðin er sostatt eisini ein stuðul til teir moderatu muslimar, sum virka fyri friði og dialogi í heiminum. Vónandi fer hetta at geva úrslit.
Sosialurin