B68 hvessir sær álopið

Jørgin Meitilberg er fluttur aftur til Føroya, og hann skal ætlandi sparka toftamenn úr botninum á stigatalvuni

Fótbóltur

Tað eru ivaleyst fá, sum geva B68 teir heilt stóru møguleikarnar í útivallardystinum móti EB/Streymi. Liðini bæði eru at finna í hvør sínum enda av stigatalvuni, og við ferðini, sum samanlagda liðið hevur havt í ár, ber illa til at ímynda sær, at stig verða sett til hesaferð.
EB/Streymur hevur hesa ferð Ronnie Samuelsen aftur á liðnum, eftir at hann helt brúðarhús, meðan liðfelagarnir stríddust á Skála. Saknurin í stríðsmanninum var sjónligur, og tí fegnast liðfelagarnir helst um, at hann nú aftur er tøkur.
Hjá B68 er tað helst dyggur smeitur, at bæði Ralph Van Dooren og Øssur Jacobsen eru leikbannaðir, eftir at teir fingu hvør sítt reyða kort á Vágseiði. Hinvegin hava toftamenn eisini styrkt sær um hópin við Jørgin Meitilberg, sum nú kemur aftur úr Danmark. Talan er kanska ikki um mest arbeiðssama áleyparan í landinum, men hann hevur máltev sum fáur, og tí er talan uttan iva um góða avlasting fyri Súna Fríða Barbá, sum higartil hevur verið mest sum einsamallur um at bera ta byrðuna á liðnum.
Dysturin á Eiði byrjar klokkan 16.