Alt USA var skakað á heysti í 1990, tá ein ókendur drápsmaður myrdi fimm ungar kvinnur í statinum Florida. Felags fyri kvinnurnar var, at tær gingu á lærda háskúlanum í Gainsville. Felags fyri morðini var, at líkini høvdu fingið eina óhugnaliga viðferð, og at nakrar av kvinnunum høvdu verið kynsliga misnýttar, áðrenn tær vórðu myrdar.
Nakrar mánaðir aftan á morðini eydnaðist tað løgregluni at finna drápsmannin, og DNA-kanningar staðfestu, at hann var tann seki. Maðurin æt Danny Harold Rolling, og í rættinum fýra ár seinni játtaði hann at hava beint fyri teimum fimm kvinnunum. Eingin ivi var um revsingina. Danny Harold Rolling bleiv dømdur til deyða. Í einari samrøðu við AP tá segði hann:
-Hetta havi eg uppiborið, men eg vil liva.
Á midnátt í gjárkvøldið bleiv dómurin fullførdur við einari eitrandi sproytu. Tað hendi í sama rúmi, sum tann kendi hópdrápsmaðurin Ted Bundy bleiv avrættaður í í 1989. Eisini hann myrdi ungar kvinnur, men eingin veit við vissu, hvussu mangar tær vóru. Sjálvur játtaði hann at hava verið fleiri enn 70 kvinnum at bana.