Soleiðis sum úrslitini kring landið lagaðu seg, so helt EB/Streymur fast um oddasessin við javnleikinum í Havn. Einum javnleiki, sum teir heldur ikki vóru so øgiliga ónøgdir við.
Tað er altíð tungt at spæla í Havn. Vit eru ikki vanir við, at vøllurin er somikið stórur, og tí kann tað gerast nakað langt millum keturnar. Nakað sum heldur ikki gjørdist betri, tá vit serliga fyri steðgin sparka rættiliga nógv, helt Ronnie Samuelsen eftir dystin.
Eftir steðgin haldi eg tó, at vit fáa tað spælið fram, sum vit eiga at sýna, og tá gekst okkum munandi betri. Og tað er í øllum førum flott av okkum, at vit koma aftur í dystin aftur tvær ferðir, tá B36 annars er á odda.
Onkur hjá B36 hevði hug at ilskast um brotssparkið, sum tú vann. Var talan um brotsspark?
Eg prikið bóltin undan Mikkjal, beint áðrenn hann skjýtur, og har var eisini kontakt. Tað kann vera, at eg hjálpi nakað til, men nú havi eg spælt fótbólt í somikið nógv ár, at eg detti, um onkur tekur beinini á mær í brotsteiginum.