Nærkast drápsmonnunum

Russisku myndugleikarnir hava illgruna um, hvør myrdi tíðindakvinnuna Onnu Politkovskaja.

Myndugleikarnir ásanna, at teir vita ikki enn, hvør beindi fyri tíðindakvinnuni, men blaðið Kommersant skrivar, at myndugleikarnir leita eftir tveimum fyrrverandi løgreglumonnum, sum verða settir í samband við morðið. Teir báðir menninir eru eisini skuldsettir fyri brotsverk ímóti sivilfólki í Kekenia, skrivar blaðið.

Anna Politkovskaja var kend fyri sítt arbeiði at avdúka harðskap og ágang í Kekenia, og tað vakti ans um allan heimin, tá hon bleiv myrd í Moskva tann 7. oktober. Allastaðni bleiv morðið fordømt, og fleiri leiðarar kravdu, at russisku myndugleikarnir skuldu finna tann ella teir seku.

Sambært Kommersant hevur ákæruvaldið í Moskva sent fólk til Sibir at leita eftir teimum báðum fyrrverandi løgreglumonnunum. Tað er komið fram, at annar teirra sendi Onnu Politkovskaja hóttandi teldubrøv fyri fimm árum síðani.

Vladimir Putin, forseti, hevur fyrr fordømt morðið á tíðindakvinnuna. Í einari beinleiðis kjaksending í russiskum sjónvarpi í gjár bleiv hann spurdur um morðið.

-Tað almenna hevur skyldu til at kanna øll slík mál, sama um tað snýr seg um fólk í fjølmiðlaheiminum ella fíggjarheiminum, svaraði Putin uttan tó at nevna Onnu Politkovskaja við navni.