Nær kemur Suðuroyggin úr naggatódnini?

Finnleif Guttesen, Suðuroy

Tað er fyrst og fremst suðuroyingar sjálvir, ið skulu berjast fyri, at koma úr naggatódnini.
Onkur ljósglotti hómast, tey ungu innan svimjing og fótbólt samstarva, kanska kappróður og vaksnamannadeildir innan aðrar ítróttargreinir eisini tora at fara út um bøðgararnar. Tað hevði víst, at ungdómurin í Suðuroy torir og hevur dirvi til, at bróta garðar niður, ið tey tilkomnu ikki klára ella hava dirvi til.
Kjakiå um, hvør hevur skylduna av trupulleikunum er drepandi og kann vaksa øllum upp um høvdið, hetta er ótolandi, og øll verða tappað fyri orku og skapanarhug. Fyri at koma burtur úr hesum mugu vit hyggja frameftir, læra av gomlum syndum og tora at taka avgerðir, sum møguliga ikki eru so vælumtóktar av øllum.
Oftast hevur tað víst seg, at tey ið ikki vilja hava broytingar og ikki tora at fara út um bøðgararnar, eru tey, ið fáa minst av skafti, tað verður bara til kjaftaslit hjá teimum, tí sum orðatakið sigur: einki er ómøguligt, tá ein sjálvur ikki skal gera tað.