tamb. Leingi var líkt til, at Þróttur skuldi vinna. KR var annars á odda 1-0 í steðginum, men við tveimum tøttum málum koppaði dysturin. Tað eydnaðist tó Rógva og teimum at koma aftur í aftur, og eitt [...] javnaði Skúli Jón Friðgeirsson. KR hevði nú greitt yvirtak, og sum skilst, so var tað eisini uppiborið, at teir fingu sigursmálið fimm minuttir fyri leiklok. Hetta málið skeyt Sigmundur Kristijansson, og so [...] hon í nógvar mátar nýtt sum eitt slag av upphiting til landskappingina. Um hetta so eisini merkir, at føroyska landsliðsáleyparin nú skal venja seg við leiklut í miðverjuni, verður tó einki sagt um enn
sum mong teirra helst ynsktu sær at verða loyst fyri langari tíð síðani. Hóast prosjektið til nýggja vegin er liðugt, verður einki gjørt í ár, av teirri einfaldu orsøk at eingin játtan er til arbeiðið. Hvussu [...] Hvussu verður næsta ár, ber heldur ikki til at siga nakað um enn, so leingi sum fíggjarlógin fyri 2006 ikki er samtykt. Eingin játtan Fyri Landsverk er alt ein spurningur um ein skal nevna arbeiðið eina [...] Annað arbeiðið umfatar eina dagføring av 1200 metrum í tí 8,5 metrar breiða vegnum. Hitt arbeiðið er at gera eina íbinding í tann vegateinin, sum longu er gjørdur omanfyri bygdina. Prosjektið til tann nýggja
lurtaðu eina góða løtu, og løtan var so serliga, at sjálvt teir álvarsomu lívverjarnir fingu eitt smíl upp á eina løtu. Eftir at børnini vóru liðug at dansa, fekk krúnprinsaparið handað eina gávu frá fólkinum [...] verið so hugtikin av, tá ið hon kom til bygdina. Sjálvur sigur Arnold Vegghamar um sínar málningar, at teir eru hansara innara landslag. So hvør veit, um ikki eyðkendi málningurin hjá Vegghamar fær eitt
seg til reiðar at vitja í Norðoyatunnlinum mikumorgunin. Arbeiðsskúrar, IRF bingjur, gravkýr og lastbilar tóku meir pláss enn kongaligu bilarnir, tá kongafylgið kom niðan á Borðoyvík at hitta Dávur Reinert [...] Reinert Hansen, stjóra í P/F Norðoyatunnlinum. Men tað sóðu kongshjúnini ikki út til at taka serliga hátíðarligt. Heldur ikki, tá leiðin gekk inn í ein av arbeiðsskúrunum hjá NCC, har drotningin og prinsurin [...] endurskinum, langum grønum gummistivlum og føroyskum klæðum. Inni á botni í tunnlinum sluppu kongshjúnini at sessast, meðan Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Norðoyatunnlinum greiddi frá arbeiðinum sum heild
ki sum hevur tað sjáldsama heitið ?Baby Boon Band?. Skráin fyri tiltakið er, at byrjað verður við teimum ungu, sum fara at syngja ein sang undir leiðslu av Árna av Reyni. Síðani syngur barnakórið fýra [...] Hósvík: Tað er ikki á hvørjum degi at fólk sleppa til barnakonsertir í bygdarhúsinum í Hósvík. Men hetta forkunnuga høvið fáa tey nú møguleika til komandi sunnudag, tá eitt stórt tiltak í so máta verður [...] hósvíkingar fáa í hesum samband enn eina forkunnuga vitjan, tá væl umtókti sangfuglurin Brandur Enni fer at syngja nakrar sangir. Konsertin byrjar kl. 16 og eftir skránni verður hon liðug kl. 17:30.
var í 3 ár. Í 1992 byrjar Rolf at lesa data og økonomi á Handilsháskúlanum í Kbh., har hann í 1998 tekur prógv sum cand.merc.dat. Flytur heimaftur sama árið og byrjar at arbeiða á Farodane, har hann seinastu [...] Nevndin metir, at Rolf við síni útbúgving og starvsroyndum sum barlast, hevur nomið tann fakliga og menniskjaliga førleika, umframt ta álit bæði millum starvsfólk og kundar, sum krevst fyri at taka yvir, menna
aeorodynamiskum framstigum, serliga Coulthard tykist sum endurføddur, og eigur at verða tikin sum fyri fult. Formel 1 árið tykist at gerast tað mest spennandi í nógv ár. [...] m. Renault, sum hava vunnið tvær tær fyrstu koyringarnar sannførandi, skuldu havt góðar møguleikar at gjørt seg galdandi aftur. Men eisini Toyota og BMW/Williams sum kláraðu seg væl í Malaysia eru góð [...] Pedro de la Rosa, settu skjótastu umferðina í Malaysia, og bert ein punktering forðaði Räikkönen í at enda longuri frammi í Malaysia. Red Bull við David Coulthard og Christian Klien eru einasta liðið sum
óvanliga við innleiðandi umfarinum var, at allir tríggir spælararnir á 1. liði hjá Havnar Klubba og Kagganum komu víðari. Tað er greitt, at Krisjan Sune fer at fáa harða kapping í finaluni. Eftir ein steðg [...] Petersen, sum hevur vunnið fleiri FM heiti áður, við aftur. Hann vísti eisini í kappingini leygardagin, at hann verður ein álvarssom hóttan, tá keylur skulu koppast um knappar 14 dagar. Meðaltal hansara var
hesum málinum. ? Vit hava fingið nøkur spor at ganga eftir í hesum málinum. Hetta er álvarsligt, tí fylgjurnar av hesum kunnu verða rættuliga álvarsamar, og at so stórt grót verður lagt á landsveg, skal [...] Løgreglan í eysturoynni hevur ein afturvendandi trupulleika fyri tíðina. Við Norðskála er komið fyri, at grót liggur á vegnum til miklan ampa fyri ferðsluna. Eitt dømi var um tað langa fríggjadag og so aftur [...] ikki koma fyri, sigur vakthavandi í Runavík, sum samstundis kemur við einari staðiligari áheitan um at hesar vandamiklu dreingjalótirnar mugu halda uppat, áðrenn størri skaði hendir.
frásøgumaður. Aftaná túrin verður ein kaffimunnur at fáa í Bygdarhúsinum á Strondum. Henda dagin møtast gongufólkini kl. 14.00 á Hulki. Tey, sum eru áhugaði at gerast limir, kunnu eisini møta, og tekna seg [...] túrinum vóru umleið 70 fólk. Limatalið í Gongufelagnum er umleið 150 húski, og øll kunnu gerast limir við at venda sær til eina av kunningarstovunum í oynni. Næsti túrurin í ár verður komandi sunnudag 18. apríl [...] seg á staðnum. Faldari um túrarnar kann fáast við at venda sær til Kunningarstovurnar í oynni: Kunningarstovan í Fuglafirði, tlf.444860 t-postur: infoey-f@post.olivant.fo Kunningarstovan í Runavík tlf. 449449