Billard
Tað er nú greitt, hvørjir 8 spælarar verða í í endaspurtinum í staklingakappingini í billard vikuskiftið 16 og 17. Apríl í Kagganum í Havn. Kappast var á borðunum í Havn síðsta vikuskiftið og komu hesir víðari: Henrik Petersen, Niels Nielsen, Carsten Hansen, Bjarni Skaalum, Anfinn Hjalmarsson, Jóhannes Skaarup og Ólavur Kjølbro. Aftrat hesum verður so eisini verandi fø.royameistari, Krisjan Sune Høgnesen við.
Tað óvanliga við innleiðandi umfarinum var, at allir tríggir spælararnir á 1. liði hjá Havnar Klubba og Kagganum komu víðari. Tað er greitt, at Krisjan Sune fer at fáa harða kapping í finaluni. Eftir ein steðg í nøkur ár er Henrik Petersen, sum hevur vunnið fleiri FM heiti áður, við aftur. Hann vísti eisini í kappingini leygardagin, at hann verður ein álvarssom hóttan, tá keylur skulu koppast um knappar 14 dagar. Meðaltal hansara var sera høgt og kanska eitt tað hægsta í billardkappingum her heima. Tá avtornaði varð meðaltalið hjá Henrikki góð 36 eygu.
Liðkappingin endaði eisini nú um dagarnar. Klaksvíkar Billardfelag gjørdist nr. 1 í bæði 1. og 2. deild.










