Kulissurnar vóru ikki júst kongaligar, tá kongshjúnini skuldu gera seg til reiðar at vitja í Norðoyatunnlinum mikumorgunin. Arbeiðsskúrar, IRF bingjur, gravkýr og lastbilar tóku meir pláss enn kongaligu bilarnir, tá kongafylgið kom niðan á Borðoyvík at hitta Dávur Reinert Hansen, stjóra í P/F Norðoyatunnlinum. Men tað sóðu kongshjúnini ikki út til at taka serliga hátíðarligt. Heldur ikki, tá leiðin gekk inn í ein av arbeiðsskúrunum hjá NCC, har drotningin og prinsurin vórðu latin í, ja tað sum minti mest um klæðini hjá tunnilsmonnunum. Og drotningin sá bara óføra hugfarslig út, sum hon stóð har í appelsingulum hjálmi, vesti við endurskinum, langum grønum gummistivlum og føroyskum klæðum.
Inni á botni í tunnlinum sluppu kongshjúnini at sessast, meðan Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Norðoyatunnlinum greiddi frá arbeiðinum sum heild og serliga nú, bert fáir dagar eru eftir, til seinasta skotið verður latið av. Bert 42 metrar og 3 skot norðoyamegin eru eftir, til hol er ígjøgnum millum Borðoynna og Eysturoynna, og arbeiðið hevur, sum vera man, dám av stórum spenningi í løtuni.