Eysturoyar gongufelag 2004

TÍÐINDASKRIV

Aftur í ár skipar Eysturoyar gongufelag fyri túrum ymsastaðni í Føroyum. Túrarnir í ár verða fjølbroyttir, bæði lættir og tungir. Á skránni eru umleið 2 túrar um mánaðin.
Byrjað varð longu hin 21. mars við einum spákingartúri í Gøtu, har gingið varð úr Syðrugøtu til Norðragøtu. Við á hesum fyrsta túrinum vóru umleið 70 fólk.
Limatalið í Gongufelagnum er umleið 150 húski, og øll kunnu gerast limir við at venda sær til eina av kunningarstovunum í oynni.
Næsti túrurin í ár verður komandi sunnudag 18. apríl. Hetta er ein lættur spákingartúrur á Strondum. Hilmar Kass verður frásøgumaður. Aftaná túrin verður ein kaffimunnur at fáa í Bygdarhúsinum á Strondum. Henda dagin møtast gongufólkini kl. 14.00 á Hulki. Tey, sum eru áhugaði at gerast limir, kunnu eisini møta, og tekna seg á staðnum.
Faldari um túrarnar kann fáast við at venda sær til Kunningarstovurnar í oynni:
Kunningarstovan í Fuglafirði, tlf.444860
t-postur: infoey-f@post.olivant.fo

Kunningarstovan í Runavík
tlf. 449449
t-postur: infoey-r@post.olivant.fo