Grót á vegnum elvir til stóran skaða

Løgreglan í eysturoynni hevur ein afturvendandi trupulleika fyri tíðina. Við Norðskála er komið fyri, at grót liggur á vegnum til miklan ampa fyri ferðsluna. Eitt dømi var um tað langa fríggjadag og so aftur sunnudagin.
Talan er ikki um grót, sum lastbilar hava mist, sigur vakthavandi. Tað eru unglingar, sum leggja grótið á vegin, og tað kann vera sera vandamikið.
Sunnudagin koyrdi ein bilur við seks fólkum í á ein stóran stein, sum lá beint á vegnum stutt frá brúnni yvir um Streymin.
? Bilurin fekk stóran skaða, og tað kundi verðið álvarsligari, sigur vakthavandi.
Men alt spældi tó væl av kortini, men løgreglan í eysturoynni arbeiðir við hesum málinum.
? Vit hava fingið nøkur spor at ganga eftir í hesum málinum. Hetta er álvarsligt, tí fylgjurnar av hesum kunnu verða rættuliga álvarsamar, og at so stórt grót verður lagt á landsveg, skal ikki koma fyri, sigur vakthavandi í Runavík, sum samstundis kemur við einari staðiligari áheitan um at hesar vandamiklu dreingjalótirnar mugu halda uppat, áðrenn størri skaði hendir.