Barnakonsert fyri allar aldrar

Forkunnugir gestir vitja eina forkunnuga konsert í bygdarhúsinum.

Hósvík: Tað er ikki á hvørjum degi at fólk sleppa til barnakonsertir í bygdarhúsinum í Hósvík.
Men hetta forkunnuga høvið fáa tey nú møguleika til komandi sunnudag, tá eitt stórt tiltak í so máta verður við luttøku av børnum og ungdómi úr bygdini.
Á skránni er nógvur sangur og felagssangur, undir leiðslu av einum tónleikabólki sum hevur tað sjáldsama heitið ?Baby Boon Band?.
Skráin fyri tiltakið er, at byrjað verður við teimum ungu, sum fara at syngja ein sang undir leiðslu av Árna av Reyni. Síðani syngur barnakórið fýra sangir undir leiðslu av sama leiðara.
Síðani koma tey smáu framat við eini framførslu, har áðurnevndi tónleikabólkur spælir undir. Teir spæla eisini undir til tað, sum eftir er av skránni, tá fyrst barnakórið og síðani tey ungu koma aftur á pallin, áðrenn alt tiltakið endar við tí kenda slagaranum ?Eg eiti Jógvan?.
Hetta er so tann lokali parturin av skránni, men hósvíkingar fáa í hesum samband enn eina forkunnuga vitjan, tá væl umtókti sangfuglurin Brandur Enni fer at syngja nakrar sangir.
Konsertin byrjar kl. 16 og eftir skránni verður hon liðug kl. 17:30.