Viðareiðisbørn tóku tey kongaligu á bóli

Viðareiðisbørn í føroyskum klæðum dansaðu føroyskan dans fyri krúnprinsaparinum. Hetta gjørdist stóra løtan undir vitjanini á Viðareiði, og sjálvt teir álvarsomu lívverjarnir blotnaðu í andlitinum

Viðareiði: Vitjanin hjá krúnprinsaparinum á Viðareiði fyrrapartin mikudagin var hátíðarlig. Alt frá almennu móttøkuni uttan fyri gamla skúlan og til vitjaninar í kirkjuni og í prestagarðinum.
Men tann mest hugtakandi løtan var, tá ið viðareiðisbørn dansaðu føroyskan dans fyri krúnprinsaparinum í túninum uttan fyri gamla skúlan.
Burtur á heiði rungaði við góðari viðareiðisherðing, og dansðurin gekk lystiliga, tá ið Mary og Fríðrikur komu úr prestagarðinum og gingu yvir móti gamla skúlanum.

Fingu ein málning
Har stóðu tey og lurtaðu eina góða løtu, og løtan var so serliga, at sjálvt teir álvarsomu lívverjarnir fingu eitt smíl upp á eina løtu.
Eftir at børnini vóru liðug at dansa, fekk krúnprinsaparið handað eina gávu frá fólkinum á Viðareiði. Tað var ein stórur málningur eftir lokala listarmannin Arnold Vegghamar.
Málningurin var útsýnið av Viðareiði, sum Mary hevði verið so hugtikin av, tá ið hon kom til bygdina. Sjálvur sigur Arnold Vegghamar um sínar málningar, at teir eru hansara innara landslag.
So hvør veit, um ikki eyðkendi málningurin hjá Vegghamar fær eitt gott pláss á onkrum royalum veggi, tá ið tey koma aftur til Danmarkar.