Sum nýggjan stjóra í Farodane hevur felagið sett Rolf Herup Olsen. Rolf er havnarmaður, føddur í Tórshavn 3.12.1967 og er sonur Martinu Jakobsen og Ólavur Herup Olsen. Rolf er sostatt triðja ættarlið sum tekur yvir leiðsluna av Farodane.
Eftir fólkaskúlan tók Rolf studentsprógv í Hoydølum í 1987. Tók HH á Handilsskúlanum í Havn í 1989 og fór sama árið í bankalæru í Sjóvinnubankanum, har hann var í 3 ár. Í 1992 byrjar Rolf at lesa data og økonomi á Handilsháskúlanum í Kbh., har hann í 1998 tekur prógv sum cand.merc.dat. Flytur heimaftur sama árið og byrjar at arbeiða á Farodane, har hann seinastu árini hevur staðið fyri leiðsluni og menningini av KT-deildini.
Nevndin metir, at Rolf við síni útbúgving og starvsroyndum sum barlast, hevur nomið tann fakliga og menniskjaliga førleika, umframt ta álit bæði millum starvsfólk og kundar, sum krevst fyri at taka yvir, menna og leiða fyritøkuna framá.
Farodane rekur eisini handilin Farodane City og skeiðstovuna Kvasir. Tað starvast tilsamans 48 fólk í fyritøkuni í dag.