Tað sær út til, at árið í ár er serliga gott til seyð. Sosialurin skrivaði í síðstu viku um ein tværvetur veðr í Hósvík, sum vigaði 107 pund, og leygardagin varð ein flettur í Skopun, sum vigaði 108 pund [...] varð ein veturgamal veðrur eisini flettur í Skopun, sum vigaði 95 pund. So vektin er góð í ár. Sosialurin var eisini við, tá fimm heimaseyðir vórðu flettir í Nólsoy mánadagin. Talan var fyri tað mesta [...] um brundir, sum hava verið gøddir heima í vetur og síðani sleptir á trøðir í vár. Og sigast má, at vektin var góð. Í fjør varð metið sett fyri tyngsta veðrin í Nólsoy, og tað var púra óhoyrt, at ein veturgamal
eigur sítt fasta pláss í føroyska vísindaumhvørvinum, segði Jóan Pauli Joensen í røðu sínari. Sosialurin prentar seinni í vikuni røðuna hjá Jóan Paula Joensen í fullari longd. Sosialurin ynskir Føroya Fróð [...] HÁTÌÐARHALD ?Í søguni hjá einum landi eru ymiskar hendingar, sum skara framúr. Jólafundurin var ein, men tað, at vit fingu eitt fróðskaparsetur í 1965, var eisini ein av varðunum í tjóðskaparligu menning [...] professari, m.a. í røðu sínari á hátíðarhaldinum fyri 50 ára dagin hjá Føroya Fróðskaparfelag. 17. desember í ár eru 50 ár liðin síðani Føroya Fróðskaparfelag varð sett á stovn. Felagið hevur í dag 166 limir
Oddagreinskriving í Sosialinum eru "tá veruleikin ikki kann nýtast - skapa vit ein annan!!!" - grundgevingarnar fyri hesum eru at finna í óteljandi oddagreinum í Sosialum seinastu 5-6 árini, seinast í Oddagrein [...] ikki. "Syrgiligasta persónsmálið í langa tíð..??" Síðan er tað setanin av landsfornfrøðinginum - verður doypt "syrgiligasta persónsmálið í langa tíð". Hvat var sjálv kjarnan í málinum??? Hon er gjøgnumgingin [...] o.sfr alt setinigar og orð sum eru skaptar í Oddagreinum í Sosialinum og sum als ikki kunnu knítast til politiska veruleikan ellan innanhýsisviðurskiftini í Tjóðveldisflokkinum. Menn enn einaferð tað ger
sum varð gjørt í fjør, er rakstrarverdugt. Ramform Valiant skjýtur tí seismikk bæði í føroyskum og í bretskum øki. Amerada Hess hevur fleiri loyvi í bretskum øki. Beint hinumegin markið í blokkunum 176/20 [...] kanningar í føroyskum øki í ár. So talan er um rættiliga umfevnandi seismiskt virksemi, sum í síðsta enda kann vera við til at hjálpa oljufeløgunum at finna júst rætta staðið at seta framtíðar oljuborar í. [...] um tíðin røkkur til, í hesum árinum. Sosialurin skilur, at oljufólk eru sera spent uppá henda kanningarbrunnin, tí tað hevur ikki verið borað júst her áður. Prospektið borað verður í eitur Cambo og liggur
búgva í einum øðrum landi ? Føroyum, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum kortini ikki tykist vilja gera málið til eina politiska kastibløku. Mjørkatos Sosialurin hevur roynt at fingið orð á myndugleikarnar í eini [...] hví Rosalie Thomsen ikki kann vera í Føroyum. Tað tykist vera upplagt, at hon kann búgva í Føroyum. Hóast hon hevur filipinskt pass, hevur hon varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Hon er á áttanda ári gift [...] hvørvur í einum mjørka av tøgn. Men nú fæst kanska ítøkiligt svar innan eina viku, tí ráðharrin hevur skyldu at svara spurningum í Fólkatinginum. Borgari ímóti valdi Spurningurin er, hvat er hent í málinum
skrivaði Sosialurin á forsíðuni dagin eftir, 7. oktober. Í blaðnum eru eisini samrøður við fólk, sum í panikki tóku allar pengarnar út, sum tey áttu, av ótta fyri at missa alt. Um móttøkuna í sambandi [...] stóran týdning hesin dagur fór at fáa fyri Føroya framtíð: Týsdagurin 6. oktober 1992. Í Sjóvinnubankanum í Húsagøtu í Havn varð reikað fyri stórari móttøku, tí hendan dagin skuldi bankin hátíðarhalda seksti [...] um fólkum høvdu sitið í forsætismálaráðnum hjá Poul Schlüter og samráðst um at bjarga Sjóvinnubankanum, sum var komin í fíggjarligt óføri. – Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað í gjár frættist, at kreppuloysn
um endan Sosialurin kann leggja aftrat, at eitt av skipunum, sum er á gulllaksaveiði, Eysturbúgvin, breyt motorin tíðliga í vertíðini í ár og meðan motorurin varð skiftur á skipasmiðjuni MEST í Havn, partrolaði [...] Undanfarin ár hevur Tavan í Leirvík keypt fiskin hjá í fyrsta lagi Polarhavi, Stjørnuni og Eysturbúgvanum. Í ár hevur tað verið so heppið fyri hini skipini, at Faroe Pelagic í Kollafirði hevur keypt gulllaksin [...] hevur kjakast um, hvat burðardygg veiða er, kann Sosialurin í dag bera eina øðrvísi søgu, har reiðaríir sjálv eru samd um at taka málið um burðardyggleika í egnar hendur og fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini
i, um hann velur at fara í Løgtingið. - Frammanundan er hann í alt ov nógvum. Hann er bæði formaður í ÍSF og í Kommunusamskipan Føroya. At vera borgarstjóri er nóg krevjandi í sær sjálvum, og tað má vera [...] Politiski talvleikurin í kjalavørrinum av avgerðini hjá Bárði Nielsen um at leggja frá sær sum landsstýrismaður, tí hann fer í stjórastarvið í Stórutjørn-byggiætlanini, heldur fram. Heðin Mortensen heldur [...] noyddur at siga borgarstjórasessin frá sær. Sosialurin hevur spurt fleiri av býráðslinunum, og bert tveir av teimum ætla sær at geva borgarstjóranum grønt ljós at fara í tingið. Bert fýra býráðslimir – íroknað
hevur verið bæði í fjølmiðlunum, men eisini millum manna, eftir at Sosialurin herfyri avdúkaði ætlaninar um at byggja stóran skrivstovubygning, har ið tað nógv umtalaða Degnshús stendur í dag. Millum annað [...] hon fyriliggur allarhelst síðst í hesi vikuni. Hann vil tó ikki úttala seg nakað ítøkiligt í málinum. Svartiper í hesum máli er eigarin av húsinum hjá Anton Degn, Petur Olsen, og hann situr nú sum lús millum [...] aftur, fær hann neyvan tað sama fyri tey, sum hann lat í síni tíð. Harafturat hevur hann gjørt stórar íløgur í projektering, tekningar og annað í sambandi við ætlanini um at byggja skrivstovubygningin
næsta ár. Sostatt kann nevndin í fyrsta lagi í mars avgera vinningsbýti. Eingin avtala Samgongulimir, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg onki kenna til nakra avtalu í samgonguni um, at Føroya Tele [...] Mótmæli á skrift Sosialurin hevur biðið um innlit í málið, og tað skjalprógvar, at Vinnumálaráðið dúgliga hevur mótmælt í september mánaði, at vinningsbýtið verður sett á fíggjarlógina. Í einum brævi frá [...] annað vinningsbýti enn nevndin fyri Føroya Tele kemur til í komandi ári. Í einum øðrum teldubrævi frá umsitingini í Vinnumálaráðnum til umsitingina í Fíggjarmálaráðnum dagin áðrenn, 17. september, verður