Gulllaksaskipini samd um at halda seg til tilráðingina

- Vit, sum eiga skipini, ið fiska gulllaks, eru samd um at gevast at fiska, tá samlaða veiðan er komin upp á ta tilráðing, sum er galdandi, sigur Tummas Christophersen, skipari og reiðari

SEMJA

Nú fiskidagarnir fyri komandi fiskiár eru viðgjørdir og endaliga samtyktir á løgtingi, og nógv hevur kjakast um, hvat burðardygg veiða er, kann Sosialurin í dag bera eina øðrvísi søgu, har reiðaríir sjálv eru samd um at taka málið um burðardyggleika í egnar hendur og fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini.
Tilráðingin fyri gulllaks sigur, at fiskast kunnu umleið 20.000 tons úr stovninum á hvørjum ári, tá mett verður, at hetta er umleið tað, sum stovnurin veksur við í vekt árliga.
Í fjør var gulllaksaveiðan rættiliga góð, og skip vóru leingi á hesi veiði, sum tá helst fór nakað út yvir hesi umleið 20.000 tonsini.
Veiðan hevur eisini verið góð í ár, tó at hon hevur verið eitt sindur misjøvn okkurt skifti í vertíðini.
Fiskiskapurin byrjaði rættiliga væl, og tað tók bert einar 3-4 dagar at fylla skipini undir lúkurnar við gulllaksi.

Gevast skjótt
Tað eru seks skip sum í fleiri ár hava havt loyvi at fiskað gulllaks í vertíðini, sum plagar at byrja um hálvan apríl og endar út á heystið.
Í ár hava feløgini, sum eiga hesi loyvi, tosað saman, og gjørt er av, at tá veiðan kemur upp á ta tilráðing, sum er galdandi fyri gulllaks, gevast skipini at fiska.
Tummas Christophersen, reiðari og skipari, sigur, at semja er millum feløgini um hetta.
Hann sigur, at Vestmenningur og Fram, sum hann hevur við at gera, hava fiskað umleið 6.000 tons av gulllaksi higartil í ár, og hann heldur, at veiðan hjá hinum báðum pørunum, Polarhavi og Stjørnuni og Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum, liggur um nakað tað sama.
- Hetta merkir, at vit nú nærkast tilráðingini, og tí verða skipini ikki á gulllaksi leingi aftrat.
Reiðarin Tummas sigur, at feløgini hava verið á fundi við umboð fyri Havstovuna um hesi viðurskifti, og tað er í besta forstáilsi millum partarnar, at fiskiskapurin heldur uppat, tá tilmælta veiðan er fiskað.
- Hetta er ikki nakað, ið er álagt okkum, sum veiða gulllaks, men hetta er ein avgerð, sum vit hava tikið í felag. Vit halda, at hetta er ein røtt avgerð, tí vit vilja gjarna gera okkara til, at henda vinna, bæði á sjógvi og landi, hevur eina framtíð, leggur reiðarin, Tummas Christophersen, aftrat.

Fáa um endan
Sosialurin kann leggja aftrat, at eitt av skipunum, sum er á gulllaksaveiði, Eysturbúgvin, breyt motorin tíðliga í vertíðini í ár og meðan motorurin varð skiftur á skipasmiðjuni MEST í Havn, partrolaði Vesturbúgvin saman við Steintóri, sum er trolarin úr Hvalba.
Herfyri var Eysturbúgvin klárur til fiskiskap aftur. Teir hava antin gjørt ein ella tveir túrar saman við Vesturbúgvanum.
Í samrøðu við Sosialin segði skiparin á Eysturbúgvanum, Jóan Petur í Soylu, tá óhappið hendi, at teir nú væntaðu at missa tað, ið eftir var av gulllaksavertíðini.
Men nú fáa skip og manning so kortini aftur um endan á vertíðini, áðrenn øll seks skipini gevast á gulllaksaveiði.
Undanfarin ár hevur Tavan í Leirvík keypt fiskin hjá í fyrsta lagi Polarhavi, Stjørnuni og Eysturbúgvanum.
Í ár hevur tað verið so heppið fyri hini skipini, at Faroe Pelagic í Kollafirði hevur keypt gulllaksin hjá teimum.
- Vit hava havt eina hampiliga góða avtalu við Faroe Pelagic og felagið, sum rekur virkið, skal eiga alla æru fyri, at tey hava røkt avtaluna væl – ikki minst hvat viðvíkur útgjaldi fyri keypi av fiskinum. Hetta hevur verið fyrimyndarligt, sigur Tummas Christophersen, reiðari og skipari.