Heðin má velja millum býráð og løgting

Ein meiriluti í býráðnum fer uttan iva at nokta Heðini Mortensen løgtingssessin, um hann ynskir at verða sitandi sum borgarstjóri

Politiski talvleikurin í kjalavørrinum av avgerðini hjá Bárði Nielsen um at leggja frá sær sum landsstýrismaður, tí hann fer í stjórastarvið í Stórutjørn-byggiætlanini, heldur fram. Heðin Mortensen heldur fast um, at tingsessurin er hansara, men hevur ikki tikið endaliga avgerð um, hvørt hann ætlar sær at taka av. Ger hann tað, so verður hann eftir øllum at døma noyddur at siga borgarstjórasessin frá sær.

Sosialurin hevur spurt fleiri av býráðslinunum, og bert tveir av teimum ætla sær at geva borgarstjóranum grønt ljós at fara í tingið.

Bert fýra býráðslimir – íroknað Heðin sjálvan – ætla sær at atkvøða fyri, at hann sleppur í løgtingið. Tey eru partakvinnurnar úr Javnaðarflokkinum, Katrin Dahl Jakobsen og Elin Lindeskov, og Bjarti Mohr úr Fólkaflokkinum.

- Sjálvandi skal Heðin taka av, tá møguleikin uppstendur. Eg skilji ótrúliga væl, um hann ger tað. Eisini sjálvt um hann heldur fram sum borgarstjóri. Beint nú og tvørtur um summarið er ikki so nógv at gera í Løgtinginum, og tí kunnu vit altíð seinni taka spurningin upp, um tað verður ov stór arbeiðsbyrða hjá honum at røkja bæði størvini. Heðin er jú vælumtóktur sum borgarstjóri, og hann er ótrúliga arbeiðssamur. Vit plaga í spølni at kalla han »damp«. Øll javnaðarfólk, sum eg havi tosað við, halda, at hann sjálvandi skal taka av, um møgulein kemur, sigur Elin Lindenskov.

Somu støðu hevur Katrin Dahl Jakobsen.

- Eg vil absolutt ikki forða honum í at taka av.

Bjarti Mohr úr Fólkaflokkinum heldur eisini, at Heðin Mortensen skal hava møguleikan, tá hann er næstur á sambandslistanum.

- Í slíkum føri mugu virða veljaran og harvið demokratiið, sigur Bjarti Mohr.

Undirtøkan frá hesum trimum, røkkur tó ikki hjá Heðini Mortensen, tí tey flestu av hinum, sum Sosialurin hevur tosað við, venda fingurin niðureftir.

 

Óráðiligt at sita í báðum støðum

Jógvan Arge ger vart við, at spurningurin ikki er aktuellur, fyrr enn tað er greitt, um Kaj Leo Johannesen veruliga fer út í Landsstýrið.

Men hvørja støðu hevur tú, um tað gerst aktuelt?

- Tað er ein veldug uppgáva at vera borgarstjóri, og eg haldi ikki, tað er ráðiligt, at hann samstundis skal sita í Løgtinginum, sigur Jógvan Arge úr Tjóðveldisflokkinum, ið er samgongurflokkur saman við javnaðarflokkinum í býráðnum.

Men við at vera lagaligur nú, kanst tú sum varaborgarstjóri fáa møguleikan at gerast borgarstjóri, um Heðin Mortensen stillar upp til løgtingsvalið og verður valdur. So kann hann leggja frá sær tá; hvat sigur tú til tann møguleikan?

- Tað er sjálvandi eisini ein møguleiki, men hann er altso ikki aktuellur, fyrr enn vit vita, hvat Kaj Leo Johannesen ger. Kaj Leo hevur jú sagt, at hann ikki fer í landsstýrið, um hetta merkir, at Heðin Mortensen kemur á ting, sigur Jógvan Arge

Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum, sum situr i andstøðu í býráðnum, fer at atkvøða ímóti, at Heðin Mortensen verður sitandi sum borgarstjóri, um hann velur at fara í Løgtingið.

- Frammanundan er hann í alt ov nógvum. Hann er bæði formaður í ÍSF og í Kommunusamskipan Føroya. At vera borgarstjóri er nóg krevjandi í sær sjálvum, og tað má vera mark fyri forfeingiligheitini hjá Heðini. Tó vil eg siga, at eg gleðiliga hevði atkvøtt fyri, um tað merkti, at hann segði seg frá sum borgarstjóra, sigur Jan Christiansen.

Bæði Beate L. Samuelsen, Høgni Mikkelsen, Annika Olsen og Sjúrður Olsen siga nei, meðan Leivur Hansen, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Kathrina Frýdal eru ivasom, men fara neyvan at atkvøða fyri.

Sostatt sær tað ikki bjart út fyri Heðin Mortensen at fáa í posa og sekk, men talan er jú um politikk, og tá kann sum kunnugt alt henda. Og tað kann henda skjótt.