Filipinska Rosalie Thomsen er víst úr Føroyum. Hon skal vera av landinum innan 10. apríl, annars kann hon vænta fongsulsrevsing, eru greiðu boðini frá danska útlendingastýrinum. Sama stýri, sum gav henni frítt at fara til Føroya.
Allar súður eru kortini ikki syftar enn, tí nú er málið reist á hægsta stigi í Danmark. Føroyski fólkatingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen hevur tikið málið upp í Fólkatinginum. Hann hevur sett Lene Espersen løgmálaráðharra fimm spurningar, har hann vil hava ráðharran at greina málið fyri sær og Fólkatinginum.
Tórbjørn Jacobsen hevur tikið málið upp eftir, at Sosialurin tók málið upp. Hann saknar eitt sindur av lagaligheit.
? Málið hevur fingið nógva umrøðu í pressuni, og fólk skilja púrt onki av harðrendu framferðini hjá donsku útlendingamyndugleikunum. Serliga tá hugsað verður um, at útlendingastýrið eyðsæð hevur gjørt ein feil, og at kvinnan helst hevði fingið uppihaldsloyvi, um hon bara søkti í góðari tíð, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Fimm spurningar
Hvørjar grundgevingar eru fyri, at Rosalie Thomsen, sum hevur fillipinskt pass, er víst úr Føroyum, hóast hon hevur fast uppihaldsloyvi í Danmark og er gift manni, sum er føddur í Føroyum? spyr Tórbjørn Jacobsen.
Hann vil eisini hava at vita, um løgmálaráðharrin ætlar at forða fyri, at Rosalie Thomsen verður víst úr Føroyum. Spurt verður eisini, um ráðharrin ætlar at átala embætisfólkini í útlendingastýrinum, sum hava útvíst Rosalie Thomsen úr Føroyum, hóast hon upprunaliga fekk munnligt loyvi at fara til Føroya.
Í øðrum lagi spyr Tórbjørn Jacobsen, um tað er rímiligt, at danskir myndugleikar ráða fyri, hvør skal búgva í Føroyum, og hvat ráðharrin heldur um føroyska ynskið at yvirtaka útlendingaøkið.
? Alt málið setir sjálvandi fokus á tað, sum nógv halda vera galið, at danskir myndugleikar hava rættin at gera av, hvør kann búgva í einum øðrum landi ? Føroyum, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum kortini ikki tykist vilja gera málið til eina politiska kastibløku.
Mjørkatos
Sosialurin hevur roynt at fingið orð á myndugleikarnar í eini roynd at fáa uppklárað, hví Rosalie Thomsen ikki kann vera í Føroyum.
Tað tykist vera upplagt, at hon kann búgva í Føroyum. Hóast hon hevur filipinskt pass, hevur hon varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Hon er á áttanda ári gift føroyskum manni, sum er danskur ríkisborgari. Tey hava tvey børn saman, annað er seks ár og hitt er júst føtt í Føroyum. Tey eru eisini danskir ríkisborgarar. Hon hevur eisini fingið bæði arbeiði og arbeiðsgevaraváttan í Føroyum.
Men ongin vil svara upp á ítøkiliga málið, hvørki hjá útlendingastýrinum, føroysku løgregluni ella fútanum, tí einstaklingamál eru fevnd av tagnarskylduni.
Sostatt er vandi fyri, at Rosalie hvørvur í einum mjørka av tøgn. Men nú fæst kanska ítøkiligt svar innan eina viku, tí ráðharrin hevur skyldu at svara spurningum í Fólkatinginum.
Borgari ímóti valdi
Spurningurin er, hvat er hent í málinum um Rosalie Thomsen. Líkt er til, at talan er um eitt mál, har myndugleikar og borgarar tosa fram við hvørjum øðrum. Har borgarin stríðist til fánýtis ímóti yvirvaldinum.
Tí lítil ivi er um, at Rosalie Thomsen hevði fingið innferðarloyvi til Føroya, um alt fór fram eftir bókini. Um bæði hon og myndugleikar høvdu borið seg rætt at.
Í fyrstu atløgu fekk Rosalie Thomsen at vita frá útlendingastýrinum, at hon kundi fara til Føroya uttan visum. Útlendingastýrið tók eftir øllum at døma eina skeiva avgerð, tí Danmark, Føroyar og Grønland eru trý ymisk rættarøki.
Tá so myndugleikarnir gerast varugir við, at hon er í Føroyum uttan loyvi og biða hana um at søkja skrivliga, forsømir hon tað. Freistin gongur út, og hon verður víst av landinum. Tí er hon endað í Fólkatinginum.










