Framúr veðraár

Tað tykist, sum seyðurin kring landið er sera væl fyri í ár, og meðalvektin er væl oman fyri tað vanliga. Eisini veðrarnir eru tyngri enn vanligt

Tað sær út til, at árið í ár er serliga gott til seyð. Sosialurin skrivaði í síðstu viku um ein tværvetur veðr í Hósvík, sum vigaði 107 pund, og leygardagin varð ein flettur í Skopun, sum vigaði 108 pund. Eisini hetta var ein tværvetur seyður.
Sama dag varð ein veturgamal veðrur eisini flettur í Skopun, sum vigaði 95 pund. So vektin er góð í ár.
Sosialurin var eisini við, tá fimm heimaseyðir vórðu flettir í Nólsoy mánadagin. Talan var fyri tað mesta um brundir, sum hava verið gøddir heima í vetur og síðani sleptir á trøðir í vár.
Og sigast má, at vektin var góð. Í fjør varð metið sett fyri tyngsta veðrin í Nólsoy, og tað var púra óhoyrt, at ein veturgamal veðrur vigaði 90 pund. Men tað metið varð gjørt til skammar í ár, tí meðalvektin av teimum fimm veðrunum var heili 91 pund.
Hin lættasti vigaði 87, síðani vigaðu tveir 90, ein 93, meðan hin besti kom heilt upp á 95 pund.
Hesir veðrarnir hava sjálvandi verið passaðir rímiliga væl, men kortini einki yvirdrivið.

Yvir meðal
Ein bygd, sum gongur serliga nógv upp í veðrar og vekt, er Porkeri. Og har hevur skurðurin eisini verið omanfyri meðal.
- Eg haldi, at tað hevur verið góður skurður. Lombini hava ligið í 30-unum og upp um 40 pund, so tað má metast sum gott og omanfyri meðal, sigur Dánjal Johannus Bech úr Porkeri.
Sjálvur hevur hann 11 veðrar, men hevur kortini bert dripið fýra enn.
- Teir hava ligið í 70-unum, og tað eru veturgamlir veðrar. Annars havi eg eisini ein tværvetur og ein trævetur veðr, men teir eru sum nevnt ikki dripnir enn, sigur Dánjal Johannus Bech.
Porkiningar eru sum nevnt tiltiknir fyri at ganga høgt upp í seyðahald, og veðrarnir verða eisini gøddir.
- Teir fáa eitt sindur eyka, og summir siga, at tað er fyri at spekja teir. Men tað man ikki verða heilt frítt, at tað er eitt sindur av kapping uppi í, sigur Dánjal Johannus Bech.
Hann sigur, at tað eru nógvir veðrar í bygdini, og at eini 60 hús av teimum 110, sum eru í Porkeri, hava veðrar.
Fýra hagar hoyra til bygdina. Hin norðasti móti Hovi er seks merkur, og har eru seks eigarar. Hinir sunnaru eru 12 merkur, og har eru um 50 eigarar í hvørjum, meðan hin sunnasti hoyrir til Gjørðagarðin, og er seks merkur.
- Alt er kenning, og vanliga verða tiknir tveir seyðir upp á gyllinin, ella 32 upp á mørkina, sigur Dánja Johannus Bech.

94 pund í meðal
Sum vanligt er, verða tey frægastu veðurlombini sett við, nøkur sum brundar.
- Tað verður vanliga hugt eftir beinunum, at tey eru steyrrøtt og vøkur, og so hevur ullin eisini týdning. Metingarmenninir ganga høgt upp í, at tað ikki sæst niður á skinnið, tá ullin verður flagað sundur, sigur Dánjal Johannus Bech.
Eisini sunnast í Føroyum hevur vektin verið sera góð í ár. Sumbingar hava dripið seks veturgamlar veðrar, og har lá meðalvektin heilt uppi á 94 pundum, og tað má sigast at vera óhoyrt.
Men, sum Dánjal Johannus Bech sigur, so er tað ógjørligt at fáa veturgamlar veðrar at viga oman fyri 90 pund uttan so, at teir fáa okkurt eyka.
Meiri verður at frætta um tað slaktið hjá sumbingum í blaðnum í morgin.