Sosialurin vil í oddagrein mikudagin 09.apríl halda stásið við líka, og leggur eftir Tjóðveldisflokkinum - eftir yvirlýsingina frá flokstingi Tjóðveldisfloksins.
Blaði dittar sær sum ikki einaferð at gerða nakrar niðurstøður sum als ikki nýtast at undirbyggjast - tað er nógmikið at sleinga eitt ella annað fram fyri dagin, takað nakrar hendingar fram og knýta eina niðurstøðu sum er eins tannleys sum anstøðupolitikurin.
Í Føroyum gongur alt?.ella???
Fyrst er tað sjálvandi gjøgnumtanlaða fjølmiðlaøsingin seinasta summar, sum skal takast fram; niðurstøðan er tann at hevði tað verið í einum øðrum landi hevði løgmaður stevnt og sagt samstarvið við Tjóðveldisflokkin upp - verða nevnd dømi um hetta?.nei tað nýtist ikki; men eg vil eisini gera vart við at hevði tað verið bara onkra aðrastaðni so høvdu fjølmiðlarnir eisini kanna málið og sett løgmanni ein konkretan spurning: "er tað satt sum tingmaður Tjóðveldisfloksins førdi fram??" - men tað gjørdi fjølmiðlarnir ikki - tað nýttist ikki.
"Syrgiligasta persónsmálið í langa tíð..??"
Síðan er tað setanin av landsfornfrøðinginum - verður doypt "syrgiligasta persónsmálið í langa tíð". Hvat var sjálv kjarnan í málinum??? Hon er gjøgnumgingin meir enn einaferð, men kortini velur oddagreinskrivarin at gera sína egnu niðurstøðu: "Sum málið leið gjørdist alt sjónskari at málið var stýrt úr erva - frá sjálvum formanninum" - hvar er undirbyggingin, fyriliggur nakað sum prógvar hetta??? - nei!; tað nýtist helst heldur ikki; man velur bara at skoyta uppí at: "??..tað sama siga tey sum ikki eru í hallujakórinum?.". Hevði eg ikki vita betur so hevði eg noktað fyri at trúð at talan var um eina oddagrein, ikki ein farri av grundgeving ein stórur pástandur úr enda í annan, vorið sum tíðindaflutningur!!!!
SVF, Sosialurin og heiðurligur tíðindaflutningur
Fyiri at tað skal ganga heilt upp so má klagan hjá SVF eisini dragast uppí "oddagreinasannleikan", tá ein landsstýriðsmaður heitti á eina tíðindakvunnu um at fara út og vísti til eina avtalu við SVF - nú ber væl til hjá Sosialinum at taka SVF inn í sína "tjóðveldisherðferð", men ikki eitt orð um avtalu millum landsstýrismannin og SVF; ikki eitt orð um at formaðurin í Tjóðveldiflokkinum fyri stuttari tíð síðan sendi SVF eitt eina klagu fyri teirra leiklut í einum innslagið sum skuldi verða ein gøla, men sum av øllum Føroya fólkið bleiv fata sum reint sneytaríð inni í einum flokshølið; ikki eitt orð um at Tjóðveldisflokkurin hevði atlanir um ein tíðindafund, um samgongan slitnaði - nevniliga fyri at kunnað fjølmiðlarnar - nei tað nýtist ikki, tí tað riggar ikki inn í tann "veruleikan" sum oddagreinarnar í Sosialinum standa fyri. Heldur ikki nýtist oddagreinskrivaranum at kunna um at formaður Tjóðveldisfloksins hevur boðað frá, at hann fer at svara klaguni hjá SVF
Syrgiligi toppurin á kransakakuni er so tann at heldur ikki tíðindafólkini í SVF halda at tað tænir nøkrum endamálið at kunnað almenningin um at stovnurin hevur fingið eina klagu frá Tjóðveldisflokkinum viðv. teirra egna tíðindaflutningi.
Tá veruleikin ikki kann brúkast
Tað sum hevur verið gjøgnumgangandi fyri oddagreinar í Sosialinum tá endamálið hevur verið at svína Tjóðveldisflokkin og tjóðveldisfólk til er nevniliga tann at ongar grundgevingar eru, tær nýtast ikki, men setningar sum "øll vita?" - "Føroya fólk veit", "..gamla gardan" "Høgnavongur" "borgarligi vongurin" "sosialistiski vongurin" o.sfr alt setinigar og orð sum eru skaptar í Oddagreinum í Sosialinum og sum als ikki kunnu knítast til politiska veruleikan ellan innanhýsisviðurskiftini í Tjóðveldisflokkinum. Menn enn einaferð tað ger einki tí grundtankin handan Oddagreinskriving í Sosialinum eru "tá veruleikin ikki kann nýtast - skapa vit ein annan!!!" - grundgevingarnar fyri hesum eru at finna í óteljandi oddagreinum í Sosialum seinastu 5-6 árini, seinast í Oddagrein mikudagin 04. apríl 2003.