Forsíður á Sosialinum. Tann fyrr er tann fyrsta eftir skrædlið. Tann seinna, tá "IMF'arni" vóru komnir. Nógv umrøddu "IMF'arnir" vóru menn frá altjóða valutagrunninum IMF, sum skuldu hjálpa landsstýrinum at gera eina stbiliseringsæltan fyri búskapin

30 ár síðani svarta oktober

Í dag eru 30 ár síðani Sjóvinnubankin við pengur úr danska ríkiskassanum varð bjargaður undan húsagangi

Forsíður á Sosialinum. Tann fyrr er tann fyrsta eftir skrædlið. Tann seinna, tá "IMF'arni" vóru komnir. Nógv umrøddu "IMF'arnir" vóru menn frá altjóða valutagrunninum IMF, sum skuldu hjálpa landsstýrinum at gera eina stbiliseringsæltan fyri búskapin

Fáur mundi gruna henda vakra týsmorgunin, hvussu stóran týdning hesin dagur fór at fáa fyri Føroya framtíð: Týsdagurin 6. oktober 1992.

 

Í Sjóvinnubankanum í Húsagøtu í Havn varð reikað fyri stórari móttøku, tí hendan dagin skuldi bankin hátíðarhalda seksti ára stovningardagin.

 

Ikki fyrr enn út á fyrrapartin gjørdist greitt, at Atli P. Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri – sum púra óvitandi um álvarsomu støðuna vóru skræddir upp úr svøvni á nátt – saman við banka- og sparikassastjóra og øðrum týdningarmiklum fólkum høvdu sitið í forsætismálaráðnum hjá Poul Schlüter og samráðst um at bjarga Sjóvinnubankanum, sum var komin í fíggjarligt óføri.

 

– Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað í gjár frættist, at kreppuloysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, skrivaði Sosialurin á forsíðuni dagin eftir, 7. oktober.

 

Í blaðnum eru eisini samrøður við fólk, sum í panikki tóku allar pengarnar út, sum tey áttu, av ótta fyri at missa alt. Um móttøkuna í sambandi við 60 ára stovningardagin skrivar blaðið, at har var dapur stemningur – ikki heilt ólíkt ervi.

 

– Vit høvdu ætlað at havt eina stóra veitslu leygarkvøldið í badmintonhøllini fyri at halda 60 ára dagin, men hon verður helst av ongum, visti Edvard Heen, ein av hægstu monnum bankans, at siga.

 

##med2##

 

Atli Dam og hinir í »samráðingarnevndini« høvdu tað helst ikki so lætt. Hann segði valið verða sum at velja millum pest og kolera. Hann legði dent á, at ein og hvør kundi ímyndað sær, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið, um Sjóvinnubankin stongdi hendan dagin. Hann segði, at avtalan tí var neyðug. Hann var ikki nøgdur við alt í avtaluni, men hetta var so tað, sum í eini knappari vend varð møguligt at fáa upp at standa, segði hann.

 

Avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina gekk m. a. út upp á, at Tjóðbankin skuldi tilføra Sjóvinnubankanum 500 milliónir krónur. Treytin var, at landsstýrið fylgdi eini fíggjarpolitiskari stabiliseringsætlan. Hendan ætlan skuldi gerast eftir altjóða reglum fyri endurreising, og hon skuldi gerast innan fimm mánaðir. Ætlanin skuldi gerast av óvildugum fíggjarserfrøðingum, sum skuldu verða læntir frá IMF, altjóða gjaldoyrafelagsskapinum.

 

Umframt tað, so var eitt krav, at javnvág skuldi verða á fíggjarlógini fyri 1993, og at landsstýrið skuldi hjálpa til við eini nýmótansgerð av føroysku vinnulívslógini, herundir eisini banka-, partafelags- og grannskoðaralógini.

 

##med3##

 

Eginpeningurin í Sjóvinnubankanum varð við hesum niðurskrivaður frá 98 milliónum til 15 milliónir.

 

Hóast bankin varð bjargaður, so var tað einki stuttligt at vera partaeigari – í øllum førum ikki, um tú vart ein av teimum stóru. Sosialurin setti tað soleiðis upp:

 

– Fríggjadagin: Átti tú eitt partabræv í Sjóvinnubankanum upp á 1.000 krónur, so hevði tú kunna selt tað til kurs 430 fyri 4.300 krónur

 

– Týsdagin: Sama partabræv upp á 1.000 krónur kann nú seljast fyri 140 krónur, ella til kurs 14

 

– Fiskasølan og Tryggingarsambandið, teir størstu eigararnir í Sjóvinnubankanum, mistu ávikavist 100 og 125 milliónur í aktuellum søluvirði.

 

Bankamálið elvdi til stórt stríð millum Føroyar og Danmark. Í 1998 var eitt úrslit av hesum, at Tjóðveldisflokkurin gjørdist størsti flokkur, og at ein fullveldissamgonga varð skipað millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkinum, sum høvdu sum høvuðsendamál, at Føroyar skuldu loysa frá Danmark. Samráðingar vóru um aldaskiftið, men loysingin kom ikki – og fullveldisflokkarnir hava ikki samstarvað í landsstýrið síðani Anfinn Kallsberg koyrdi øll tjóðveldisfólkini á dyr í desember í 2003.

 

 

 

 

 

Forsíður á Sosialinum. Tann fyrr er tann fyrsta eftir skrædlið. Tann seinna, tá "IMF'arni" vóru komnir. Nógv umrøddu "IMF'arnir" vóru menn frá altjóða valutagrunninum IMF, sum skuldu hjálpa landsstýrinum at gera eina stbiliseringsæltan fyri búskapin

Høvuðssætið hjá Sjóvinnubankanum í Gongini í Havn í sjeytiárunu

Richard Mikkelsen, tann fremri, á veg úr Tinganesi. Hann varð settur sum formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, sum nú átti bankan og seinni eisini Føroya Banka. Richard Mikkelsen var ein av fyrrverandi stjórunum í Tjóðbankanum