Tað sigur Aksel V. Johannsen, løgmaður, sum hevur svarað einum grein 52a fyrispurningi frá Bárði á Steig Nielsen um tillagingar í miðfyrisitingini.
Bárður á Steig Nielsen spurdi soleiðis:
1. Hvussu tryggjar løgmaður sær, at uppsøgdu landsstýrisfólkini fylgja ásetingunum um ábyrgd landsstýrismanna?
2. Hevur løgmaður álagt uppsøgdu landsstýrisfólkunum somu avmarkingar, sum tá ið val verður útskrivað?
3. Hvørja ávirkan fara fíggjarligu sparingarnar av átøkunum at hava á starvsfólkatalið í miðfyrisitingini?
Í svarinum til fyrsta spurnignin sigur, at løgmaður, at tað er eingin munur á politiska og rættarliga eftirlitinum við einstøku landsstýrisfólkunum.
– Tað er júst tað sama, sum tað vanliga er. Tað ger ongan mun í eftirlitinum, at tað er kent, at landsstýrismenninir 1. desember fara úr embæti, sigur hann.
Til annan spurning svarar løgmaður, at fram til 1. desember 2025 virka landsstýrismenninir, sum tá fara frá, við fullum heimildum.
– Reglan í stýrisskipanarlógini § 31 fevnir ikki um hetta føri, og snýr seg bert um, at tá ið løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella hevur fingið tingsins misálit, tá kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað, sigur Aksel V. Johannesen.
Og í triðja spurningini vísir løgmaður á, at Nýskipanarnevndin hevur nevnt eina upphædd, sum tey meta kann sparast, eftir at tillagingar eru gjørdar í miðfyrisitingini, men nevndin hevur í tilmælinum ikki útgreinað ítøkiliga, hvussu nógv kann sparast hvar, og formaðurin hevur sagt, at tað bert er møguligt yvir eitt ávíst áramál, og at íroknað hesa upphædd, eru sparingar við at uppsiga nøkur av núverandi leigumálum.
– Í løtuni verður arbeitt við at greina, hvussu stórar sparingar kunnu gerast komandi árini.
– Í 2026 verða trý landsstýrisfólk færri og tríggir aðalstjórar færri. Sum frálíður, tá nýggju stjórnarráðini eru skipað, verður væntandi eisini møguligt at gagnnýta starvsfólkafeingið betur, so tørvur er á færri starvsfólkum. Málið við at lækka talið av stjórnarráðum, er fyrst og fremst at gagnnýta starvsfólkafeingið betur og fáa størri og fakligari sterkari eindir í miðfyrisitingini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til fyrispurningin frá Bárði á Steig Nielsen.











