Tað er als ongin avtala gjørd í samgonguni um, at Føroya Tela skal gjalda landskassanum 17 milliónir krónur í vinningsbýti næsta ár.
So avgjørdur er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum. Tað er beinleiðis í andsøgn við tað, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, segði við Útvarp Føroya mikudagin.
Vinningsbýti á 17 milliónir krónur frá almennum partafeløgum er longu sett sum inntøka á fíggjarlógini næsta ár. Talan kann bara vera um Føroya Tele, tí roknað verður ikki við stórvegis vinningsbýti frá Atlantsflogi.
Sambært Karsten Hansen er øll samgongan samd um, at almenna partafelagið Føroya Tele eigur at gjalda landskassanum 17 milliónir krónur næsta ár. Landsstýrismaðurin heldur tað vera alt ov lítið, at Føroya Tele bert hevur rindað eina millión í vinningsbýti síðstu árini, tá yvirskotið hevur verið 50 milliónir krónur árliga.
Hákun Steingrímsson, nevndarformaður í Føroya Tele, sigur tað ikki bera til at avgera longu nú, hvussu stórt vinningsbýti hjá Føroya Tele verður næsta ár. Nevndin hevur bara partafelagslógina at halda seg til, og hon ásetir, at nevndin á ársaðalafundinum ger av, hvussu stórt vinningsbýti parteigarin Føroya landsstýri kann fáa frá felagnum næsta ár. Sostatt kann nevndin í fyrsta lagi í mars avgera vinningsbýti.
Eingin avtala
Samgongulimir, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg onki kenna til nakra avtalu í samgonguni um, at Føroya Tele skal rinda eitt ávíst milliónatal í vinningsbýti.
? Eg kenni onki til slíka avtalu, og eg fari ongantíð at góðkenna slíkar samtyktir, sum eru so grundleggjandi í ansøgn til lógasetingar um partafeløg og ábyrgd hjá leiðslu og nevnd, sigur ein tinglimur í samgonguni.
Og landsstýrismaðurin, ið hevur Føroya Tele undir sær, ger greitt, at hann ikki hevur gjørt nakra avtalu um vinningsbýti hjá almennum partafeløgum.
? Eg havi onga avtalu gjørt. Tvørturímóti havi eg víst á, bæði í skrift og talu, at vit kunnu ikki góðtaka, at vinningsbýti verður ásett frammanundan. Vit hava víst til partafelagslógina, og enn vita vit als ikki, um tað kann forsvarast at seta 17 milliónir krónur av til vinningsbýti, sigur Bjarni Djurholm.
Mótmæli á skrift
Sosialurin hevur biðið um innlit í málið, og tað skjalprógvar, at Vinnumálaráðið dúgliga hevur mótmælt í september mánaði, at vinningsbýtið verður sett á fíggjarlógina.
Í einum brævi frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, tann 18. september til Fíggjarmálaráðið verður sagt, at eitt »realistiskt vinningsbýti frá almennum partafeløgum kann ásetast til 7 milliónir krónur«. Altso minni enn helvtin av tí, sum nú er sett á fíggjarlógina.
Landsstýrismaðurin vísir til ásetingarnar í partafelagslógini, sum siga, at »Generalforsamlingen må ikke beslutte uddeling af højere udbytte end foreslået eller tiltrådt af bestyrelsen«, og tí kann landsstýrið ikki áseta annað vinningsbýti enn nevndin fyri Føroya Tele kemur til í komandi ári.
Í einum øðrum teldubrævi frá umsitingini í Vinnumálaráðnum til umsitingina í Fíggjarmálaráðnum dagin áðrenn, 17. september, verður somuleiðis sagt frá, at landsstýrismaðurin metir tað vera »órealistiskt at hækka útlutingina frá almennum partafeløgum til 17 milliónir«.
Sostatt mótmælir Bjarni Djurholm, at vinningbýti frá almennum partafeløgum verður sett til 17 milliónir krónur, og harvið sigur Karsten Hansen ósatt, tá hann sigur alla samgonguna verða samda í málinum.
FAKTA
Partafelagslógin:
§112: Beslutning om fordelingen af det overskudsbeløb, der er til disposition efter årsregnskabet, træffes af generalforsamlingen. Generalforsamlingen må ikke beslutte uddeling af højere udbytte en foreslået eller tiltrådt af bestyrelsen.
Viðmerking: Til grund for denne bestemmelse ligger den opfattelse, at det i almindelighed er bestyrelsen, der har den bedste mulighed for at bedømme selskabets økonomiske stilling, og at bestyrelsen ? overfor aktionærers ofte umiddelbare ønske om det højest mulige udbytte ? forsvarer selskabets langsigtede interesser