ina í samband við at leggja tinglýsingina á edv. Grundin til uppskotið var, at ríkismyndugleikarnir vóru í ferð við at leggja alla donsku tinglýsingina á edv, og bjóðaðu danir sær at taka føroysku tin [...] na við uttan kostnað. Ein av avleiðingunum fór at verða, at føroyska tinglýsingin so kom at verða ein partur av donsku tinglýsingarskipan-ini, og kom at liggja á høvuðsteldu í Danmark, umsitin av donskum [...] danir til at gera umleggingina til edv skjótt og ókeypis. Og tá hann lovaði rættarnevndini, at beinanvegin skuldi farast undir at gera eina føroyska skipan, so at tinglýsingin kundi takast heimaftur til Føroya
stevnir við kravi um, at Dátueftirlitið verður dømt at viðurkenna, at avgerðin, sum eftirlitið tók í síðstu viku um persónsupplýsingar, var ólóglig. Harafturat verður ført fram, at kunngerðin um persón [...] eg noyddur at gera eina kunngerð. Tað stendur løgtinginum frítt at taka málið uppaftur, og tí havi eg ikki tikið valdið frá løgtinginum í hesum málinum. Tað er mín ábyrgd at syrgja fyri, at rættarstøðan [...] Høgni Hoydal hevði fulla heimild í lógini at lýsa kunngerðina. Hon viðgongur, at tað einki hevur við ta trygd at gera, sum lógin um persónsupplýsingar frá 2001 snýr seg um. Hetta er reinur vinnupolitikkur
felagnum á, at her kann húsið hóskandi byggjast. Enn er lendið ikki keypt, og samráðingarnar við kommununa eru ikki lidnar. Nevndin í felagnum heldur, at júst hetta økið er sera væl egnað. Ætlanin er at útbyggja [...] Mentanarhúsfelagnum, dugir ikki at siga, nær byggingin av mentanarhúsinum byrjar, men óhugsandi er ikki, at spakin verður settur í um hálvt annað ár ella so. - Vit miðja eftir at byrja um somu tíð, sum Runavíkar [...] skúli verður útbygdur. Vit hugsa okkum, at hetta kundi verið praktiskari og kanska eisini nakað bíligari við tað, at amboðini tá eru á staðnum. Hann vísir á, at enn er eingin endalig kostnaðarmeting gjørd
í landsstýrinum, at leggja fyri. Annars verða tað umboð fyri kommunur í Suðuroynni, sum sita við pallborðið. Annars verður høvi hjá fundarfólkinum at bera sínar viðmerkingar fram og at spyrja tey, sum sita
barnaverndina, men at framvegis fer landið at stýra økinum, og tá er eingin grund til at yvirtaka økið. Jan Christiansen vísir á, at stovnurin, ið skal hava eftirlit við barnaverndunum átti at verið skipaður [...] hava sett fram ynski um, at tær vilja yvirtaka øll økini, ið hava nakað við borgaran at gera, tað verið seg á barna- og eldraøkinum. Men kravið er so, at vit eisini sleppa at ráða á økinum, tí annars er [...] kommunu væntar, at kostnaður á forsorgarøkinum fer komandi árini at verða tað dupulta av, hvat økið kostar í dag. Hann heldur tí tað verða í tøkum tíma, at avvarandi myndugleikar fara at umhugsa eina nýggja
við bæði Salomon kongi, Paulusi ápostli og heimsspekinginum Kierkegaard, at deyðin noyðir okkum at steðga á, og hann noyðir okkum at hugsa ? og tað hava vit gott av segði Símun Absalonsen á minningarhaldinum [...] eftirsitandi ikki so mikið sum ta troyst, at kunna leitað til eitt gravleiðið, av tí at teir, ið fórust, fingu váta grøv. Hetta er helst ein av høvuðsorsøkunum til, at minnisvarðar yvir sjólætnar hava verið [...] Eg mintist meg satt at siga ikki at hava verið inni í hesum garðinum áður. Pápi mín vísti mær minnissteinarnar og steðgaði við tann eina, ið bar nøvn á næstringum. Eg minnist at andlitið var álvarsamt
um tað fer at loysa seg at vinna gull í økinum, men úrslitini higartil eru so mikið góð, at tað er vert at halda fram við leitingini, sigur hann. Jarðfrøðingar halda, at tey elstu grótsløgini á Nuuk-leiðini [...] vera við, at úrslitini eru góð. Við Qingaaq hevur NunaMinerala funnið upp í 17 gram av gulli í hvørjum tonsi av gróti, men felagið sigur, at meiri gull er longri inni í fjallinum, og ætlanin er at bora har [...] sinnað at selja ein part av sínum rættindum, so eitt annað felag kann koma upp í verkætlanina, sigur stjórin, Ole Christensen, við Jyllandspostin. Ole Christensen sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um
ringt at taka. Tað var, tá ið teir báðir sandvíkingarnir, Álvur Thomsen og Osvald Nielsen, flettu eina ær, at teir settu sær fyri at royna at fáa sperðilin so langan sum gjørligt í eini roynd at sláa metið [...] og kjøtpetti hiðani og haðani av krovinum vóru brúkt at fylla við, men av at hann var so langur, var eisini neyðugt at taka ein bógv av einum lambi at fylla í. Sperðilin hongur nú í hjallinum og ræsir. Tá [...] Metsperðil Nú í flettingini hoyrist nógv um at summi kappast um at hava tann feitasta veðrin. Men hesi seinastu árini hevur eisini ein ávís kapping tikið seg upp um at fáa tann longsta sperðilin. Og nú flettingin
til rættiliga tíðliga at taka stig at hjálpa og stuðla bæði børnum og foreldrum aftur á beint. Rúna Sivertsen sigur, at orsøkin til at børn, sum ganga úti og vála um næturnar, er, at tey hava foreldur, sum [...] børnum at spæla Rúna Sivertsen leggur stóran dent á, at hon er ikki úti eftir at nokta børnum at verða úti og spæla eitt góðveðurskvøld, hóast tað verður nakað seint, tí góðveðurskvøldini eru so fá, at tað [...] vælunt at sleppa at spæla úti hesi kvøldini. ? Eg eri ikki úti eftir at nokta børnum at spæla í einum grannalagi ella á einum fótbóltsvølli, hóast tað verður eitt sindur seint. Tað, eg vil, er at fáa fatur
í vegin fyri at flyta Óla Hans Hammer Olsen sigur, at tískil er teirra royndir, at tað er onki í vegin fyri at flyta almennar stovnar út á bygd. Sostatt kann metast, at mótviljin ímóti at flyta almennar [...] ein fyrimunur at vit eru flutt vestur. Hann sigur, at hølini í Vágum eru hartil innrættað til endamálið og at tey hava allar hentleikar, sum krevjast. so hann dugir ikki at síggja nakað at verða ónøgdir [...] búgva í Vágum. Óla Hans Hammer Olsen sigur, at hinvegin er ongin fluttur vestur í Vágar at búgva saman við Skipasýninum. Sjálvur helt hann ikki, at tað var neyðugt at flyta, tí um hann koyrir vestur í Vágar