-Vald og gjald skulu fylgjast at, sigur ein avgjørdur Jan Christiansen, tá hann verður spurdur um, hvat hann heldur um, at ein Meginbarnavernd undir landsstýrismanninum skal hava eftirlit við barnaverndunum hjá kommununum kring landið.
Hann tekur undir við, at eitt eftirlit skal verða á økinum, men tað skal ikki verða undir landsstýrismanninum, tí so er vandi fyri, at landið fær ov stórt vald á økinum. Hann ber ótta fyri, at kommunurnar bert fara gjalda fyri barnaverndina, men at framvegis fer landið at stýra økinum, og tá er eingin grund til at yvirtaka økið.
Jan Christiansen vísir á, at stovnurin, ið skal hava eftirlit við barnaverndunum átti at verið skipaður sum ein interkommunalur stovnur, og ikki undir landsstýrismanninum, sum uppskotið um nýggja barnaverndarøkið mælir til.
-Kommunurnar hava sett fram ynski um, at tær vilja yvirtaka øll økini, ið hava nakað við borgaran at gera, tað verið seg á barna- og eldraøkinum. Men kravið er so, at vit eisini sleppa at ráða á økinum, tí annars er eingin grund til at yvirtaka økið, sigur Jan Christiansen
Færri eindir
Jan Christiansen heldur tað vera lítið sannlíkt, at allar kommunurnar kring landið skulu hava sína egnu barnavernd.
?Barnaverndarøkið er rættiliga kostnaðarmikið, og verða fleiri tilburðir í eini kommunu, har barnaverndin má inn, er vandi fyri, at fíggjarliga støðan kommununum kollsiglir, og tað kann ikki verða ikki rætt. Vit í Kommunusamskipan Føroya mæla til, at økið verður býtt út í 9 eindir, so sleppast kann undan, at kommunur kring landið koma í óføri av barnaverndarøkinum, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.
Økjandi útreiðsla
Jan Christiansen sigur, at forsorgarøkið gerst dýrari og dýrári fyri hvørt ár.
? Vit hava ein mistanka um, at landið hevur sæð, at forsorgarøkið er ein tikkandi bumba, og tí skulu vit yvirtaka økið. Forsorgarøkið er vaksið nógv seinastu árini, og einki bendir á, at útreiðslurnar fara stagnera í framtíðini. Vit vilja gjarna yvirtaka barnaverndina, men skulu vit eisini ráða yvir, hvussu vit ynskja at skipa okkum á økinum, greiðir borgarstjórin frá.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu væntar, at kostnaður á forsorgarøkinum fer komandi árini at verða tað dupulta av, hvat økið kostar í dag. Hann heldur tí tað verða í tøkum tíma, at avvarandi myndugleikar fara at umhugsa eina nýggja skipan á økinum.