Suðuroyingar tosa um at leggja kommunur saman

Í annaðkvøld verður almennur fundur í Øravík, har suðuroyingar sleppa at siga sína hugsan um kommunusamanlegging

Kommunusamanlegging

Spurningurin um kommunusamanlegging er nú av álvara komin upp í almenna kjakinum í Suðuroy eisini.
Í seinastu viku umrøddi búskaparfrøðingurin, Magni Laksáfoss hendan spurningin á almennum fundi í Vági.
Og nú tekur Suðuroyar Tjóðveldisfelag táttin upp.
Í annaðkvøld klokkan 19.00 skipar Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri almennum pallborðsfundi á Hotellinum í Øravík, har spurningurin um kommunusamanlegging í Suðuroy, er á skránni.
Á fundinum fer Hilmar Høgenni, sum serliga arbeiðir við kommunumálum í landsstýrinum, at leggja fyri.
Annars verða tað umboð fyri kommunur í Suðuroynni, sum sita við pallborðið.
Annars verður høvi hjá fundarfólkinum at bera sínar viðmerkingar fram og at spyrja tey, sum sita við pallborðið.