Landsstýrismaðurin sendi sjálvur stóra persónsdataskrá av landinum til danskan stovn at umsita

   

Tað er ikki annað enn konservativur ostaklokkupolitikkur hjá landsstýrismanninum í lógarmálum at forbjóða menningarmøguleikunum hjá føroyskum datafyritøkum í kunningartøkniligum samskifti við útlond. Og tá ið landsstýrismaðurin nú kemur við tjóðskaparligum grundgevingum fyri sínum vinnupolitiska afturhaldi, blívur tað til reint hyklarí.
Í bløðunum sigur landsstýrismaðurin, at "Tað avgerandi er at vit varðveita persónsupplýsingar undir føroyskum lóggávuvaldi. Tað gera vit neyvan, um alt so líðandi fer av landinum".
Men sjálvur tók landsstýrismaðurin fyri 3 árum síðani stig til at øll ting-lýsingarskipanin - ein av størstu persónsupplýsingarskráunum - varð send til Danmarkar at umsita. Har er hon mær vitandi enn.
Á vári 2000 legði landsstýrismaðurin uppskot fram um at broyta tinglýsingarlógina í samband við at leggja tinglýsingina á edv. Grundin til uppskotið var, at ríkismyndugleikarnir vóru í ferð við at leggja alla donsku tinglýsingina á edv, og bjóðaðu danir sær at taka føroysku tinglýsingina við uttan kostnað. Ein av avleiðingunum fór at verða, at føroyska tinglýsingin so kom at verða ein partur av donsku tinglýsingarskipan-ini, og kom at liggja á høvuðsteldu í Danmark, umsitin av donskum myndugleikum og undir eftirlitið av donskum myndug-leikum.
Rættarnevndin vildi ógviliga treyðugt, at tinglýsingin varð flutt av landinum í hesum sambandi. Vit vildu heldur hava, at ein føroysk edv-skipan av ting-lýsingini varð gjørd. Landsstýrismaðurin vísti tó á fyrimunin við at fáa danir til at gera umleggingina til edv skjótt og ókeypis. Og tá hann lovaði rættarnevndini, at beinanvegin skuldi farast undir at gera eina føroyska skipan, so at tinglýsingin kundi takast heimaftur til Føroya, so skjótt danir høvdu lagt hana um til edv, so gav rættarnevndin seg fyri ynskinum hjá landsstýrismanninum.
Nú eru meir enn 3 ár farin, og mær vitandi liggur føroyska tinglýsingin enn í Danmark. Hetta er sanniliga skrá við persónsupplýsingum av størsta týdningi, tí tinglýsingin fevnir um almennu skrásetingina av øllum skjølum viðvíkjandi rættindum í fastari ogn og øðrum ognarviðurskiftum hjá persónum í Føroyum.

Tinglýsingin verður umsitin ólógliga í Danmark
Í upprunauppskotinum hjá landsstýrismanninum um edv-umlegging av tinglýsingini varð skilt millum fyrsta floks brúkarar (advokatar, peningastovnar, grannskoðarar o.t.) og annan floks brúkarar ("vanlig fólk") av tinglýsingini - tey fyrru skjóta og lætta atgongd til upplýsingarnar, tey seinnu tvørliga og kostnaðarmikla. Men rættarnevndin strikaði hendan mismunin á brúkarunum, so øll skulu hava somu, javnbjóðis atgongd til hesa almennu skrá. Samstundis strikaði rættarnevndin byrokratiskar reglur um ymisk sløg av atgongd via terminalar, tí slíkt var tøkniliga avoldað og avmarkaði fríu atgongdina til upplýsingarnar. Í staðin samtykti løgtingið stutt og greitt í §50c, at: "Upplýsingar í edv-skrá (av tinglýsingini) eru atkomiligir hjá øllum á internetinum".
3 ár eru farin, men enn er hetta kravið í lógini ikki uppfylt. Og síðst eg kannaði málið varð teldutøka tinglýsingin umsitin púra í mótstríð við lógina:
?Sjálv tinglýsingarskráin og praktiska umsitingin av henni liggja hjá tí danska CSC-Danmark A/S (fyrrverandi Datacentralen) og Tingbogskonverteringen í DK, meðan eftirlitið liggur hjá Forsetanum fyri Eystara Landsrætt.
?Uttan at lógarheimild er fyri tí, skulu brúkarar, sum vilja hava atgongd til tinglýsingina um netið, biðja um eina umsókn frá tinglýsingarskrivstovuni um at verða skrásettir sum brúkarar, og umsóknin skal góðkennast hjá Tingbogskonverteringen í Århus. Hetta kann taka fleiri vikur.
?Uttan at lógarheimild er fyri tí, verður av CSC A/S uppkravt eitt sonevnt íbindingargjald uppá 2000 kr, fyri at gerast internetbrúkari.
?Uttan at lógarheimild er fyri tí, skal haraftrat gjaldast til CSC A/S eitt fast mánaðargjald uppá 110 kr, umframt eitt brúkaragjald uppá 3,25 fyri hvønn byrjaðan tíma.

Hetta hevði verið nakað hjá fjølmiðlunum at kanna, um hetta framvegis er galdandi! Eg havi í hvussu er onki frætt um at nakað er broytt.
Er tað enn so galið, so er tað álvarsligt! Øll henda mannagongdin er greitt í stríð við lógina, tí tá hon sigur, at tinglýsingin "í edv-skrá skal verða atkomilig hjá øllum", so er ikki heimild fyri at krevja serliga umsókn og góðkenning, og tað er ikki heimild til at krevja serligt haldaragjald. Lógin sigur at tinglýsingin skal vera almenn, og ein og hvør skal uttan víðari kunna leita upplýsingar fram í edv-skránni. Skal ávíst gjald takast fyri hetta, skal tað gerast við heimild í lóg, og slík er ikki.
Landsstýrismaðurin hevur ikki megnað at fingið hesi viðurskifti í rættlag. Hann sendi tinglýsingina av landinum og hevur ikki megnað at fáa hana aftur á føroyskar hendur, so hon kann verða umsitin eftir lógini og koma undir eftirlit av føroyskum myndugleikum. Tað átti hann og fyrisiting hansara at brúkt kreftirnar uppá, heldur enn henda undarliga og óforstáiliga ostaklokkupolitikkin móti Elektron.