Góðar royndir av at vera flutt út á bygd

? Nú er eitt gott ár síðani at Skipasýnið flutti vestur í Vágar og leiðarin sigur, at royndirnar eru bara góðar

Almennur stovnur

? Tað hevur eydnast nógv betri, enn eg hevði væntað.
Tað sigur Óla Hans Hammer Olsen.
Hann er leiðari á Skipaeftirlitinum.
Nú er eitt gott ár síðani, at Skipaeftirlitið varð flutt úr Havnini, vestur í Vágar. Og leiðarin sigur, at tað hevur gingið nógv betri enn væntað.
Tað var eitt djarvt stig, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í fjør, Jørgen Niclasen tók, tá ið hann gjørdi av at flyta skipaeftirlitið vestur í Vágar.
Hetta var fyrstu ferð, at nakað so óhoyrt var hent, sum tað, at ein heilur almennur stovnur varð skryktur upp við rót í Havn og fluttur út á bygd.
Tað vóru eisini tey, sum vóru meiri enn ivingarsom um ætlanina.
Men nú eitt gott ár er farið, er tað ein vælnøgdur leiðari, sum lítur aftur um bak.
Eg kann ikki siga annað, enn at tað hevur gingið ógvuliga væl, sigur Óla Hans Hammer Olsen.
?Tað hevur í veruleikanum gingið nógv betri, enn eg hevði væntað, at tað fór at gera, leggur hann afturat.

Betala ein triðing í Leigu
Hann sigur, at tað er ein politisk avgerð, at Skipasýnið skuldi flyta vestur í Vágar.
? Og fáa vit teir hentleikar, sum skulu til, eitt nú høli, gott elektroniskt samskifti og aðrar hentleikar, er onki í vegin fyri tí.
Og tað hevur Skipasýnið fingið, tí leiðarin sigur, at tey eru sera væl nøgd við umstøðurnar.
Hann sigur, at í Havnini hevði Skipasýnið eini høli upp á 200 fermetrar, sum danska skipasýnið átti.
?Vesturi í Vágum hava vit fingið nógv betri høli. Hølini, vit nú húsast í, eru einar 270 fermetrar.
Óla Hans Hammer Olsen sigur, at harafturat er sera stórur munur á leigukostnaðinum í Havn og úti um landið.
?Eg vil meta, at leigan vesturi í Vágum er ikki meiri enn ein triðing av tí, sum hon er í Havnini, so fíggjarliga er tað eisini ein fyrimunur at vit eru flutt vestur.
Hann sigur, at hølini í Vágum eru hartil innrættað til endamálið og at tey hava allar hentleikar, sum krevjast. so hann dugir ikki at síggja nakað at verða ónøgdir við.
? Tað skuldi kanska akkurát verið prísurin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvbartunnilin, sum eg haldi er ov høgur, sigur leiðarin á Skipasýninum.
Men tann trupulleikin hava tey á Skipaeftirlitinum felags við øll tey vágafólk, sum hvønn dag skulu av oynni til arbeiðis, størri enn so er hann ikki.

Onki í vegin fyri at flyta
Óla Hans Hammer Olsen sigur, at tískil er teirra royndir, at tað er onki í vegin fyri at flyta almennar stovnar út á bygd.
Sostatt kann metast, at mótviljin ímóti at flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðnum fyri ein stóran part snýr seg um fordómar.
Eitt annað, er harða mótstøðan ímóti at leggja nystovnaða Heilsuskúlan í Suðuroy. Nú er mótstøan tagnað og yvirhøvur eru øll sera væl nøgd við, at vera í Suðuroynni.
Tó heldur hann ikki, at Skipasýnið hevði ligið so væl í Suðuroy, tí tað er eitt sindur avsíðis við tað, at nógv virksemi hjá stovninum er á meginøkin um.
? Men stovnurin kundi fyri tað verið hvar sum helst á meginøkinum, heldur hann.
Tó heldur hann, at er talan um umsiting, ið hevur nógv við hvønn annan at gera, kann tað vera eitt sindur uttanhanda at liggja langt frá hvørjum øðrum.
Men Skipasýnið er skipasýn og meiri liggur ikki í tí.
? Og hava vit hug til at tosa saman, eru vit ikki longri burtur enn at tað ber væl til.
Óla Hans Hammer Olsen vísir á, at í fyrstu syftu er samskiftið ímillum stovnar so starvsfólk er ikki longur enn ein teldupost burtur og tað gongur meiri og meiri tann vegin at persónliga sambandið ímillum fólk er ikki so nógv í takt við, at telduposturin verður meiri og meiri brúktur.
?Vit senda ofta teldupost ímillum okkum innanhýsis, leggur hann afturat.
Tó heldur hann, at tað eisini hevur ein stóran fyrimun at sleppa av húsinum viðhvørt til fundir og annað.
?Tað er gott at sleppa út viðhvørt. Tú er tvær ferðir so effektivur, tá ið tú kemur aftur, sigur hann

Ongin fluttur
Tað arbeiða 10 fólk á Skipaeftirlitinum í Vágum.
Sjálvur býr hann í Streymnesi, nøkur búgva í Havn og fýra búgva í Vágum.
Óla Hans Hammer Olsen sigur, at hinvegin er ongin fluttur vestur í Vágar at búgva saman við Skipasýninum.
Sjálvur helt hann ikki, at tað var neyðugt at flyta, tí um hann koyrir vestur í Vágar, ella um hann koyrir til Havnar, ger honum tað sama- burtursæð frá tunnilsgjaldinum.
? Tað tekur mær hálvan tíma at koyra til arbeiðis og tað er ongin trupulleiki hjá mær.
Hann sigur, at tey av starvsfólkunum, sum, vóru úr Havn, vóru ikki so fegin fyri at flyta, men tað tykist sum um at tey hava góðtikið støðuna sum hon er, tí tað er ikki longur nøkur ónøgd at hoyra um tað.