Deyðin noyðir okkum at steðga á og hugsa

Seinasta leygardag var minningardagur teirra sjólætnu og fleiri minningarhald vóru kring landið. Klakksvíkin er óivað tað stað í landinum, ið savnar mest fólk til árliga minningarhaldið. Sum siður er vóru umboð fyri myndugleikar og fakfeløg hjástødd og løgdu kransar við minnisvarðan. Hesi umboð vóru: Steinbjørn Jacobsen fyri Klakksvíkar Býráð, Anfinn Kallsberg fyri Føroya Landsstýri, Kristoffur Olsen fyri Klakksvíkar Arbeiðsmannafelag, Hanna Isaksen fyri Klakksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Sigmar Høgnesen fyri Klakksvíkar Útróðrarfelag.
Í ár hevði býráðið heitt á Símun Absalonsen, ið er uppvaksin í Klakksvík, at halda røðu við minnishaldið. Vit prenta røðuna her.

? Deyðin er ongantíð nakar vinur og hann er altíð beiskur. Men vit kunnu verða samd við bæði Salomon kongi, Paulusi ápostli og heimsspekinginum Kierkegaard, at deyðin noyðir okkum at steðga á, og hann noyðir okkum at hugsa ? og tað hava vit gott av segði Símun Absalonsen á minningarhaldinum alla halgannadag í Klaksvík

Góðu áhoyrarar. Góðu norðingar.
Fyrsti november alla halgannadagur er dagurin, har føroyingar í mong ár hava valt at steðga á og minnast teir sjólætnu. Ein vakur siður og eftir mínum tykki bæði gagnligur og neyðugur tá hugsað verður um, hvussu tætt tilknýti vit sum fólk hava til sjógvin.
Norðoyggjar hava heldur ikki verið spardar tá talan hevur verið um vanlukkutilburðir á sjónum. Í mongum føri áttu tey eftirsitandi ikki so mikið sum ta troyst, at kunna leitað til eitt gravleiðið, av tí at teir, ið fórust, fingu váta grøv. Hetta er helst ein av høvuðsorsøkunum til, at minnisvarðar yvir sjólætnar hava verið reistir ymsa staðir í Føroyum.
Í einum føroyskum blað frá 28. aug. 1943 verður kunngjørt, at í morgin verður nýggi minnisvarðin yvir sjólætnar norðingar vígdur í Klakksvík. Talan er um nøvn á 138 sjómonnum, ið eru farnir við Norðoya skipum í tíðarskeiðnum 1900-39, umframt norðingar ið eru sjólætnir aðrastaðni. Víðari verður sagt, nøvnini á teimum, ið eru farnir eftir 1939, verða seinni høgd inn í steinar, ið verða settir kring varðan.
Sunnudagurin 29. august 1943 varð á mangan hátt ein minniligur dagur. Í Danmark varð týska hersetingarvaldið henda dagin farið eirindaleyst til verka, at steðga donsku mótstøðuni móti hersetingini. Fleiri danir lótu lív og fleiri donsk skip vórðu søkt henda dagin. 29. august gjørdist ein tann myrkasti dagurin undir týsku hersetingini. Men í Klakksvík lá ein tignaligur dámur yvir býnum, av tí at henda dagin var hátíðarhald við nðggja minnisvarðan.
Eg veit, at viðingar skipaðu fyri farti til Klakksvíkar av helluni henda dagin, so hetta var dagur við góðum líkindum og dýrdarveðri.
Seta vit tíðina 60 ár aftur og royna at seta okkum inn í umstøðurnar, so kunnu vit fyrst merkja okkum, at vit eru mitt í ófriðartíð. Eisini hava størri skipsvanlukkur staðið rættiliga feskar í huganum á tí fólki, ið tá búleikaðist her. 2 ár frammanundan var Ekliptika horvin á veg heim úr Aberdeen. 5 ár frammanundan var Fossanes farin á Suðurlandinum og allir sjólótust. 13 ár frammanundan var Ernstine farin á land í Íslandi har fleiri sjólótust hóast teir flestu vórðu bjargaðir.
Hetta vóru alt skip, ið høvdu heimstað í Klakksvík.
Fyri at æra minnið um hesar menn, ið fórust og arðar við, varð hesin minnisvarði reistur og hann hevur verið ein tigandi boðberi gjøgnum hesi seksti ár og ein áminning um tað, ið havið kravdi. Havið, ið annars hevur givið føroyingum so nógv.
Minnisvarðin var sum nevnt reistur í ófriðartíð. Skaldið Janus Djurhuus búði eitt skifti í Klakksvík undir krígnum. Í einari yrking lýsir hann eitt summarkvøld í Klakksvík í 1941. Vit fáa eina mynd av bæði náttúru og mannakenslum.
Hann tekur m.a. soleiðis til:

Vágurin allur í svartastilli, stásilig havfør har flóta,
Komin aftur av vandaferð villu, har flogfør froysa og róta.

Seinni sigur hann:
Tó fer um bygdina látur, - lættur og kátur ?
Og yrkingin endar:
Lurta, lurta ? eitt ljóð er enn, tað er barna- og einkjugrátur.

Um hesin minnisvarði hevur havt størri týdning fyri tey, ið reistu hann og samtíð teirra, enn fyri eftirfylgjandi ættarlið, kann hvør einstakur døma um. Men vit sum seinni vuksu upp her munnu mangan sorgleyst hava gingið ella runnið framvið Vágstúni, uttan at hava givið okkum størri far um, hvat hesin minnisvarði stóð fyri.
Sum lítil smádrongur minnist eg einaferð - eg hugsi tað var ein sunnudag seinnapart ? at eg gekk saman við pápa mínum framvið her, og hann segði við meg: »Eg haldi vit fara inn her«. Eg mintist meg satt at siga ikki at hava verið inni í hesum garðinum áður. Pápi mín vísti mær minnissteinarnar og steðgaði við tann eina, ið bar nøvn á næstringum. Eg minnist at andlitið var álvarsamt og hugurin hevur helst reikað. Seinni havi eg skilt, at pápi sigldi sum bestimaður við Milly í 1939 og 1940. Í mars 1941 fór Milly á marknað í Aberdeen. Hesaferð var hann kortini ikki við skipinum og hesaferð kom Milly ikki aftur.
Mangir munnu óivað hava staðið við hesar minnissteinar við kensluni av, at her kundi mítt egna navn eins væl havt staðið. Nøvnini kring minnisvarðan kundu lættliga verið fleiri.
Í 1949 samtykti Føroya Løgting, at 1. nov. skuldi verða minnisdagur teirra sjólætnu.
Og allahalganadagur vekir ófrættakend minnir í mongum føroyingi.
Danski heimsspekingurin Søren Kierkegaard sigur, at lívið er sum eitt »sansibedrag«, meðan deyðin hinvegin fær fólk at hugsa.
Kierkegaard tekur soleiðis til. - Døden er den store tænker, som kan tænke ethvert sansebedrag sønder og sammen.
Líknandi tankar finna vit hjá Salomon kongi. Hann sigur: - Betri er at fara í sorgarhús enn í gildishús; tí í sorgarhúsinum endar hvørt menniskjalív, og tey, sum liva, leggja sær tað á hjarta.
Ápostulin Paulus er kanska uppaftur meira víðgongdur, tá hann einaferð sigur soleiðis:
- Deyðin er vinningur!
Hetta komst av uppreisnarvónini ið hann átti í trúnni á Kristus. Og henda trúgv er ein trygg akkersgrund, tá lívsins ódnir herja. Og henda trúgv stendur okkum øllum ókeypis í boði.
Deyðin er ongantíð nakar vinur og hann er altíð beiskur. Men vit kunnu verða samd við bæði Salomon kongi, Paulusi ápostli og heimsspekinginum Kierkegaard, at deyðin noyðir okkum at steðga á, og hann noyðir okkum at hugsa ? og tað hava vit gott av.
Nøvnini kring minnisvarðan her gerast ikki færri við tíðini. Hetta hevði skaldið Janus Djurhuus í huga, tá hann við serligum skaldsligum hegni yrkti minnisørindi ið stendur á hesum varða. Har stendur m.a.
- Øldir undan øldum fara, økir nøvn kring minnisvarða.
Farna árið hevur eisini kravt sítt og lagt afturat nøvnunum kring minnisvarðan.
Eg fari til seinast at lesa upp nøvnini á teimum ið sjólótust síðani seinasta alla halgannadag og fari eg samstundis eisini at takka fyri tykkara áhuga og Klakksvíkar Býráð fyri hetta tiltak. Persónliga takki eg fyri álitið at kunna siga nøkur orð her ídag. Og eg ynski tykkum øllum Guds frið.