Løgtingið skal banna børnum við lóg at ganga úti um náttina

Løgtingið eigur at leggja upp í og seta lóg í gildi, sum bannar børnum at ganga úti seint um kvøldið og um næturnar, sigur Rúna Sivertsen. Hon heldur, at hetta hevði vart bæði børn og foreldur

Útigongubann

? Tað líkist ongum, at børn og blaðung ganga úti og vála seint um kvøldið og um næturnar.
Tað heldur Rúna Sivertsen, sum er varalimur í løgtinginum fyri fólkaflokkin í Norðoyggjum.
Hon sigur, at tíverri er tað vanlig sjón at síggja børn og blaðung ganga úti og taka lut í náttarlívinum og tað heldur hon er ein stórur vansi fyri børnini.
Men hon heldur eisini, at hetta er ein trupulleiki, sum Løgtingið eigur at leggja seg út í.
? Løgtingið eigur rætt og slætt at seta eina lóg í gildi, sum bannar børnum og ungum at ganga úti seint á kvøldið og um næturnar, uttan tá ið tey fylgjast við vaksnum fólki.
Fyrstu ferð, hon førdi hesi umstríddu sjónarmið fram, var í Løgtinginum í farnu viku.
Í farnu viku hevði hon sæti á tingi og tá viðgjørdi Løgtingið ætlanin at leggja barnaverndarøkið undir kommunurnar at umsita.
Og tá nevndi Rúna Sivertsen møguleikan fyri, at Løgtingið samtykti eina lóg, sum setti útigongubann í gildi fyri børn og ung, eftir eina ávísa klokkutíð.
Vit hava biðið hana útgreina hesi sjónarmiðini fyri Sosialinum.
Hon sigur, at hetta er galdandi í Ìslandi, at børn og ung hava ikki loyvi at ganga úti seinni enn eitt vist. Og hetta er ein lóg, sum íslendingar hava góðar royndir.
?Børn og ung, sum ganga úti og mala er eisini ein trupulleiki í Føroyum og tí átti okkara Løgting at gjørt sum íslendingar og sett eina lóg í gildi sum segði, at eftir eina ávísa klokutíð, hava børn og ung bara loyvi at vera úti, tá ið tey fylgjast við vaksnum fólki, heldur Rúna Sivertsen.
Hon sigur, at í Íslandi er lógin soleiðis orðað, at um veturin hava børn upp til 12 ár ikki loyvi at ganga einsamøll úti eftir klokkan átta um kvøldið. Børn ímillum 13 og 16 ár hava ikki loyvi at ganga úti eftir klokkan tíggju um kvøldið.
Um summarið eru tíðarfreistirnar fluttar tveir tímar fram til ávikavist klokkan 10 og midnátt.
Tó fáa børn, sum eru á veg heim frá ítrótti, samkomum og øðrum felagslívi, ella tiltøkum, stundir at koma heim, hóast tíðarfreistin er farin.

Verjir bæði børn og foreldur
Rúna Sivertsen sigur, at tað eru ógvuliga nogvir fyrimunir við eini slíkari lóg.
?Børn og blaðung, sum ganga úti og vála seint á kvøldið og um næturnar, eru í nógv størri vanda enn onnur fyri at gera kriminell.
?Hetta eru børn, sum mangan kosta samfelagnum ovurhondss stórar upphæddir. Hetta eru børn, sum eru í stóran vanda fyri at gerast atferðartrupul. Og tað eru hesi børnini, sum í stóran mun fylla stovnar av ymsum slagi fyri børn og ung við atferðar- og sosialum trupulleikum. Og tað eru hesi børnini sum enda í kriminaliteti og sostatt kunnu oyðileggja sær alla tilveruna.
Rúna Sivertsen sigur, at tað eru rættiliga nógv børn í Føroyum, sum koma tvørt fyri og hon spyr, hvat er galið í einum landi, sum vit kalla heimsins paradís, tá ið so nógv børn og ung kortini koma illa fyri.
Hon heldur, at ein útigongulóg kundi verið ein verja hjá bæði foreldrum og børnum.
? Tað skerst ikki burtur, at tað eru mong foreldur, sum onkusvegna hava mist tamarhaldið á børnunum av ymsum orsøkum og sostatt standa hjálparleys og ikki fáa børnini inn um kvøldarnar
?Men hetta kann eisini verja børnini fyri foreldrum, sum onkusvegna svíkja tey, antin tí tey hava rúsdrekka- ella sosialar trupulleikar, ella trupulleikar av øðrum slagi. Tekur løgreglan eitt barn ella eitt blaðungt upp seint á kvøldi, ella um náttina, ber til at fara heim til húsa við tí og kanna eftir, hvussu støðan er heima.
?Vísir tað seg, at foreldrini onkusvegna ikki eru før fyri at røkja sínar skyldur mótvegis børnunum, ber sostatt til rættiliga tíðliga at taka stig at hjálpa og stuðla bæði børnum og foreldrum aftur á beint.
Rúna Sivertsen sigur, at orsøkin til at børn, sum ganga úti og vála um næturnar, er, at tey hava foreldur, sum onkusvegna ikki megna at liva upp til sína ábyrgd.
?Slík børn eru mangan løtt offur fyri alskyns ólevnaði og eru skjót at enda í kriminaliteti og rúsevnistrupulleikum og tað kann spilla teimum alt lívið.
Hon ivast ikki í, at var útigongubann sett í verk, hevði tað fyribyrgt nógvum av teimum trupulleikum, sum taka seg upp við børnum og ungum.
Og hon heldur, at tá ið okkara næsta grannatjóð, íslendingar, hava eina slíka lóg, kunnu vit eisini hava eina.

Nokta ikki børnum at spæla
Rúna Sivertsen leggur stóran dent á, at hon er ikki úti eftir at nokta børnum at verða úti og spæla eitt góðveðurskvøld, hóast tað verður nakað seint, tí góðveðurskvøldini eru so fá, at tað skal vera teimum vælunt at sleppa at spæla úti hesi kvøldini.
? Eg eri ikki úti eftir at nokta børnum at spæla í einum grannalagi ella á einum fótbóltsvølli, hóast tað verður eitt sindur seint. Tað, eg vil, er at fáa fatur á teimum børnunum, sum meir og minni taka lut í náttarlívinum, tí tað er hvør sítt.
? Og hóast talan er um lóg, er tað eisini altíð soleiðis, at løgrelgan, sum skal útinna lógina, má brúka vit og skil í sínum arbeiði.
Og Rúna Sivertsen sigur, at íslendingar kenna onki til, at løgreglan gongur og rekur børn heim, sum spæla úti, hóast tíðarfreistin er farin. Tað eru meiri tey, sum ganga og vála á gøtunum, sum løgreglan hyggur eftir.
Hon leggur afturat, at ein slík lóg er ikki heilt ókend í Føroyum, tí hon var í gildi undir krígnum.