stórt undan dystinum. - Tað var »knall eller fald« hjá okkum. Taptu vit, so vóru níggju stig upp til B36, og so vildi tað verið mest sum vónleyst at dystast um nakað gullmerki í ár. Tí vit vita, at teir ikki [...] tað okkum eisini. Og gjørdist dysturin eins harður, sum tit høvdu roknað við? - Harðari, um nakað. B36 hevur eitt gott lið, og teir góvu seg allir 100%. Eisini eftir at teir vórðu ein færri. Sjálvandi hjálpti
Stóra hetjan hjá B36 leygardagin var sjálvandi Sylla, sum við einum vunnum brotssparki og avgerandi málinum meira enn nakar var maðurin, sum vissaði sigurin. Smílið var eisini breitt í skiftirúminum, og [...] og sjálvur viðgekk hann, at hetta kanska var tann størsta dysturin hjá B36 á árinum. - Vit hava eisini havt aðrar stórar uppgávur, men hendan dystin høvdu vit møguleika at vinna nakað, og tí vigaði hann
jørðina aftur. Fyrst vórðu teir settir uppá pláss av klaksvíkingum, og síðani taptu teir stórt fyri B36. Nú er uppgávan hjá VB/Sumba at reisa seg, og tað gera teir við at fáa stig. Hvør dystur byrjar á jøvnum [...] Til tað má samansetta suðuroyarliðið síggja burtur frá Suna úr Hørg, ið varð vístur av vøllinum móti B36. Annars stendur venjaranum frítt at velja ímillum hvørjar leikarar, hann kundi hugsað sær at mannað
kvinnurnar um vikuskifti spældu sínar dystir. Meðan KÍ hevur verið uttanlands í Europa-Cup ørindum, hevur B36 klintrað upp á oddasessin, og hendan hildu tær fast um, tá tær høvdu vitjan av EB/Streymi. Rakul N [...] kortini at javna, soleiðis at liðini fingu eitt stig hvør fyri ómakin. Úrslitini: GÍ-KÍ 0-2 (0-1) B36-EB/Streymur 3-0 (1-0) AB-FSV 2-2 (2-1)
NSÍ-B36 Í NSÍ iðraðu teir seg nógv, eftir at B36 fram ímóti dystarenda hevði skorað tvey mál og harvið hevði fingið øll stigini til hús við sær. - Eg haldi, at vit høvdu uppiborið at vera frammanfyri við
HB fekk seinasta vikuskiftið ein eyðmýkjandi avsmurning frá B36, og uppgávan hjá liðnum í næsta dystinum er sera einføld: einki uttan ein sigur er nóg gott. Dysturin verður í Vági, har botnliðið VB/Sumba [...] vikuskiftið vann liðið í Fuglafirði. HB hevur somu spælarar tøkar hesaferð, sum vóru við í tapinum ímóti B36. Eitt undantak er, og tað er miðvallarovastin Kári Nielsen, sum hevur leikbann til dystin sunnudagin
heldur Jens Martin Knudsen. Jens Martin Knudsen dylur ikki fyri, at sigurin á B36 kemur væl við, men hann heldur tó, at B36 hevur eitt sera sterkt lið. - Tað er einki at ivast í, at teir verða ógvuliga
nýggju monnunum hjá EB/Streymi er verjuleikarin, Fróði Clementsen, sum undan kappingarárinum kom úr B36, har hann tóktist hava ilt við at fáa spælitíð. Tí er einki at ivast í, at tað hjá honum mundi kennast [...] kennast eyka søtt, tá hann sunnukvøldið fann útav, at júst hansara mál fyri fyrst sendi EB/Streym upp um B36 á stigatalvuni. - Tað var onkur, sum segði mær tað eftir dystin, so tað var bara stuttligt, at júst
runavíkingar størri nyttu av sínum egnu spælarum. Trettan NSÍ-arar, ið fingu málleysan javnleik ímóti B36 í 1.umfari í landskappingini, eru ættaðir úr Saltangara, Runavík ella Rituvík, sum eru partar av Runavíkar [...] aðrastaðni. Jens Martin Knudsen hevði verið burtur í næstan tíggju ár, Djóni N. Joensen hevur spælt við B36, Elian Hansen við VB, og Ian Højgaard hevði í nøkur ár verið í Danmark.
Av heimasíðuni síðuni hjá B36, sum ikki er almenn enn, frættist, at hópur felagsins møguliga verður styrktur við einum ella tveimum útlendskum leikarum. Talan sigst vera um ein álopssinnaðan miðvallara [...] báðir hava sýnt áhuga í at koma til Føroya at leika. Ikki óhugsandi Kristian á Neystabø, formaður í B36, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini, við tað at hann metir, at tað enn er komið ov stutt áleiðis