Eftir dystin mikukvøldið var HB-liðskiparin, Janus M. Joensen, skjótur at ásanna, at trýstið á hansara liðið var stórt undan dystinum.
- Tað var »knall eller fald« hjá okkum. Taptu vit, so vóru níggju stig upp til B36, og so vildi tað verið mest sum vónleyst at dystast um nakað gullmerki í ár. Tí vit vita, at teir ikki fara at missa alt ov nógv stig á vegnum. Hinvegin kundu vit við einum sigri minka munin í trý stig, og tíbetur eydnaðist tað okkum eisini.
Og gjørdist dysturin eins harður, sum tit høvdu roknað við?
- Harðari, um nakað. B36 hevur eitt gott lið, og teir góvu seg allir 100%. Eisini eftir at teir vórðu ein færri. Sjálvandi hjálpti tað okkum væl, at vit stutt eftir løgdu okkum á odda, men vit vóru alla tíðina kroystir. Og Bárður hevur einar tvær fínar bjargingar.
Men tit høvdu eisini tykkara møguleikar?
- Ja, Jákup skal nokk skora upp á handan møguleikan, og so eru eisini aðrir størri og minni kjansir. Men tað var ikki, fyrr enn Rókur skorar upp á hatta straffið, at eg kendi meg tryggan. Tá visti eg, at sigurin var heima. Og nú ræður um hjá okkum at halda fast í góðu gongdini, staðfesti Janus M. Joensen.










