Stóra hetjan hjá B36 leygardagin var sjálvandi Sylla, sum við einum vunnum brotssparki og avgerandi málinum meira enn nakar var maðurin, sum vissaði sigurin.
Smílið var eisini breitt í skiftirúminum, og sjálvur viðgekk hann, at hetta kanska var tann størsta dysturin hjá B36 á árinum.
- Vit hava eisini havt aðrar stórar uppgávur, men hendan dystin høvdu vit møguleika at vinna nakað, og tí vigaði hann eyka nógv. Eisini í mun til Europa-Cup uppgávurnar og hálvfinaluna móti EBS/treymi, sum ivaleyst er besti dysturin, sum vit hava spælt í ár.
- Og eisini hjá mær persónliga hevði finalan stóran týdning. Í fjør var eg jú við til at tapa hesa saman við ÍF, og tað vildi eg ikki uppliva eina ferð afturat.
Klaksvíkingar tóktust ónøgdir, tá tú fekk brotsspark. Var talan um brotsspark?
- Ja. Eg havi drigið fram við allari verjuni, og skal júst til at skjóta, tá eg verið skumpaður í ryggin. Í slíkari støðu kundi eg ikki funnið upp á at dottið av mær sjálvum og fiska eftir brotssparki, so har var eingin ivi.
Og næsta málið?
- Eg visti, at handan bóltin fekk verjan ongan tíð fatur á. So eg rann alt tað, sum eg var mentur, og sparkaði eg bara av heilum hjarta!