Tað gekk ikki sum ætlað

Gert Langgaard staðfestir, at tað í 2. hálvleiki gekk heilt øðrvísi hjá NSÍ, enn teir í steðginum høvdu avrátt

NSÍ-B36

Í NSÍ iðraðu teir seg nógv, eftir at B36 fram ímóti dystarenda hevði skorað tvey mál og harvið hevði fingið øll stigini til hús við sær.
- Eg haldi, at vit høvdu uppiborið at vera frammanfyri við einum máli eftir fyrra umfarið. Í steðginum avráddu vit, at nú skuldu vit fara á vøllin fyri at fáa eitt mál afturat og harvið tryggja okkum sigurin. Vit ætlaðu avgjørt ikki at detta aftur á vøllin og dúva upp á langar sendingar fram til fremstu menninar. Men tað tók seg soleiðis upp, og fyrsta stóra hálva tíman tóktist tað síggja gott út, og vit kendu okkum ikki hóttar, sigur Gert Langgaard. Hann var miðvallari í vinstru og átti uppleggið til NSÍ málið.
- Vit halda, at dómarin snýtti okkum fyri eitt brotsspark. Í 1. hálvleiki varð Ike skumpaður um koll í brotsteiginum. Vit halda, at dómaran átti at síggja tilburðin, men einki hoyrdist frá honum. Tíverri noyddist Ike av vøllinum orsaka av trælæri. Tað kom illa við hjá okkum, tí nýggi spælarin tykist royna seg væl, heldur Gert Langgaard.
NSÍ skal næstu ferð til Klaksvíkar, har teir rokna við stórari avbjóðing, nú tað tykist sum um KÍ megnaði at venda gongdini.