Hagtøl
Fyri nøkrum árum síðani var tað ikki so vanligt í Føroyum, at leikarar skiftu millum feløg, og útlendingar í føroyskum fótbólti kundu næstan teljast á aðrari hond. Tá ið NSÍ stillar upp í ár við einum 1.deildarliði, ið næstan er mannað av leikarum, sum hava slitið sínar fyrstu barnaskógvar í felagnum, man slíkt vera eindømi.
Nú hevur NSÍ aftur fingið helst kendasta runavíkingin í heiminum, Jens Martin Knudsen, inn í hópin, samstundis sum gøtumaðurin Rúni Joensen er farin avstað aftur, og so er veteranurin Abraham Løkin, ið býr í Saltangara, men er uppvaksin í Fuglafirði, givin við fótbólti á høgum støði.
Eins og HB, brúkar NSÍ ikki útlendska arbeiðsmegi. Men í mun til havnarmenninar, fáa runavíkingar størri nyttu av sínum egnu spælarum. Trettan NSÍ-arar, ið fingu málleysan javnleik ímóti B36 í 1.umfari í landskappingini, eru ættaðir úr Saltangara, Runavík ella Rituvík, sum eru partar av Runavíkar kommunu.
Einasta undantakið í so máta er leirvíkingurin Gert Langgaard. Nakrir av núverandi NSÍ-arunum hava tó roynt seg aðrastaðni. Jens Martin Knudsen hevði verið burtur í næstan tíggju ár, Djóni N. Joensen hevur spælt við B36, Elian Hansen við VB, og Ian Højgaard hevði í nøkur ár verið í Danmark.










