Talan var ikki um nøkur serliga óvæntað úrslit, tá kvinnurnar um vikuskifti spældu sínar dystir.
Meðan KÍ hevur verið uttanlands í Europa-Cup ørindum, hevur B36 klintrað upp á oddasessin, og hendan hildu tær fast um, tá tær høvdu vitjan av EB/Streymi. Rakul N. Joensen (2 mál) og Ása Dam á Neystabø skutu málini í 3-0 sigrinum.
KÍ hevur tó enn tveir dystir til góðar, og tá hildu fast um trýstið, tá tær vitjaðu í Gøtu. Og hóast KÍ-kvinnurnar onkra tíð hava verið meira sannførandi, so høvdu tær ikki stórvegis trupulleikar av at toga sigurin móti GÍ. Fyri steðgin legði Bára S. Klakstein gestirnar framum, og tann støðan helt sær til heilt móti endanum, tá Malena Josephsen slerdi sigurin fastan.
AB hevði hesa ferð vitjan av EB/Streymi, og tann dysturin endaði við tryggum heimasigri.Seinasti dysturin var á Argjum, har AB tók ímóti FS Vágum. Her var líkt til, at tær á heimaliðnum skuldu fáa fulla úrtøku, men í seinna hálvleiki megnaðu gestirnir kortini at javna, soleiðis at liðini fingu eitt stig hvør fyri ómakin.
Úrslitini:
GÍ-KÍ 0-2 (0-1)
B36-EB/Streymur 3-0 (1-0)
AB-FSV 2-2 (2-1)









