HB fekk seinasta vikuskiftið ein eyðmýkjandi avsmurning frá B36, og uppgávan hjá liðnum í næsta dystinum er sera einføld: einki uttan ein sigur er nóg gott.
Dysturin verður í Vági, har botnliðið VB/Sumba bíðar. HB hevur mangan havt tað trupult í Vági, men VB/Sumba hevur ikki víst somu styrki í ár, sum VB ofta plagdi at gera. Tó hevur VB/Sumba fingið fleiri góð úrslit, og seinasta vikuskiftið vann liðið í Fuglafirði.
HB hevur somu spælarar tøkar hesaferð, sum vóru við í tapinum ímóti B36. Eitt undantak er, og tað er miðvallarovastin Kári Nielsen, sum hevur leikbann til dystin sunnudagin.
Fleiri mangla í Vági
Hjá VB/Sumba eru fleiri broytingar samanborið við seinasta dystin. Ídni miðvallarin Evrard Ble varð vístur út í Fuglafirði, og hann hevur tí leikbann um vikuskiftið. Tað hevur Dan Djurhuus eisini. Harafturat er Súni í Hørg burturstaddur, og Christian Soelbjerg, sum spældi væl ímóti ÍF, er farin til Fuglafirðar at spæla. Hansara fyribilssáttmáli var galdandi til 1. juli, og hann verður valt at skifta felag.
Hallur Dam Joensen og annar av serbisku spælarunum eru ivasamir, tí teir hava smærri skaðar, men tað verður roknað við, at teir kunnu spæla ímóti HB.