VB/Sumba skal reisast

Eftir lemjandi ósigurin fyri B36 fær VB/Sumba kjansin at reisa seg, tá gøtumenn koma suður. Bæði liðini hava leikarar uttanfyri og ætla sær stig

Nú GÍ fer til Suðuroyar verður hetta triði útivallardysturin á rað. Fyrsta dystin á heimavølli tapti GÍ, men tað var ikki fyrr enn móti dystarenda, at sigurin glapp. Móti AB tveittu Skírisdag tveittu teir eina trygga leiðslu burtur, men 2. páskadag prógvaði GÍ, at tað er dugur í teimum, tá teir bastu meistarunum á heimavølli. Tað var ársins fyrsti sigur, og nú fara gøtumenn eftir næsta sigrinum. Til uppgávuna hava teir akkurát somu manning sum í Gundadali 2. páskadag. Tað vil siga, at Símun Luis Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus framvegis sita uttanfyri við skaða.


Nýggjur miðverji skal finnast

VB/Sumba fekk bestu byrjanina í fimm ár, tá teir vunnu á AB í Vági til ársins fyrsta landskappingardyst. Síðani er liðið hálað væl og virðiliga niður á jørðina aftur. Fyrst vórðu teir settir uppá pláss av klaksvíkingum, og síðani taptu teir stórt fyri B36.

Nú er uppgávan hjá VB/Sumba at reisa seg, og tað gera teir við at fáa stig. Hvør dystur byrjar á jøvnum, og hetta eina stigi fara suðuroyingar at leggja seg eftir at varðveita.

Til tað má samansetta suðuroyarliðið síggja burtur frá Suna úr Hørg, ið varð vístur av vøllinum móti B36. Annars stendur venjaranum frítt at velja ímillum hvørjar leikarar, hann kundi hugsað sær at mannað liðið við.