Jacobsen hevur bara verið góðar tvær vikur í starvinum sum stjóri í Kringvarpi Føroya, men hon er farin beint í gongd við at fyrireika umskipanir av stovninum. Sambært keldum í Kringvarpinum hevur nýggi stjórin [...] leiðarar. Men sambært Anniku Mittún Jacobsen, stjóra, er talan bert um upplegg til innanhýsis kjak. Hon hevur ikki avgjørt nakað enn, men vil samskifta við starvsfólki um at finna bestu loysnina. - Vit hava tosað
sigurin ber við sær, at AGF á triði aftasta plássi nú hevur 24 stig, meðan Lyngby á aftasta plássi hevur 12 stig. Viborg, sum er næstaftast, hevur 15 stig. Viborg fer um eina løtu at spæla á heimavølli
fleiri konsertir enn nakrantíð áður. Á gaffa.dk stendur at lesa, at bólkurin hevur spælt næstan 40 konsertir í ár. Hæddarpunktið hevur tó helst verið, tá ið teir spældu á Roskilde Festivalinum í ár. Henda konsertin [...] Nephew sigur, at bólkurin nú ætlar sær at halda eina uppiborna andipausu frá konsertum. Ei heldur hevur bólkurin skipað fyri nakrari stórari konsertferð í 2008. Nephewdreingirnir siga seg vera sera glaðar
Fernando Torres hevur gjørt tað gott í Liverpool. Eins og hann gjørdi í Atletico Madrid, hevur hann hildið áfram at skotið mál. Men nú herjar ein knæskaði hjá Torres. Hendan skaðan fekk Torres tá var saman [...] at okkum tørvar 3 stig ímóti Besiktas íkvøld. Tað er óneyðugt at minna teir á hetta?. Liverpool hevur bert fingið eitt stig í tveimum dystum, í Champions League bólkaspælinum.
virkinum á Sandi Sandoy Seafood á Sandi hevur saltað upsa til Kanada, men nú er kanadiski dollarin viknaður so nógv, at tað loysir seg ikki at salta upsa longur, og tí hevur felagið latið virkið aftur fyribils [...] Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Sandoy Seafood hevur eisini virki í Skopun. Í fjør vóru 130 ársverk hjá Sandoy Seafood, og felagið rindaði 18,4 mió. krónur
60 ára gamal, so er tað ikki aldurin, sum hevur fingið hann at biðja um at sleppa úr biskupastarvinum, men harafturímóti eitt mál um ótrúskap. Pius Ncube hevur í fleiri ár verið sera atfinningarsamur ímóti [...] fáa Ncube at tiga. Hinir biskuparnir í Zimbabwe hava fyrr styðjað Pius Ncube og róst honum, tí hann hevur torað at sett seg upp ímóti Mugabe og stýri hansara.
og fleiri úr øðrum bygdum enn Gøtu og Leirvík, ið hava valt at syngja við kórinum. Tað hevur gjørt at kórið hevur havt ætlanir um at finna eitt navn, ið ikki er staðbundið, men enn er ikki komið víðari [...] Kórleiðari í ár verður 37 ára gamli Petur Martin Johannesen, úr Klaksvík. Petur Martin er útbúgvin og hevur arbeitt sum organistur í Oslo. Fyri stuttum er hann fluttur til Føroya og undirvísir í dag í orgulspæli
viku síðan løgdu foreldrini hjá Madelinu sak móti portugisisku avísini Tal & Qual, sum hevur skrivað, at løgreglan hevur foreldrini undir illgruna í syrgiliga málinum um fýra ára gomlu gentuna. [...] dripið dóttur sína. Tað er bretska BBC, ið ber tíðindini í morgun. Hetta hendir eftir, at løgreglan hevur funnið DNA spor í málinum, ið stava frá leivdum av blóðspræni á baðiverilsinum á hotelrúminum har
har varð kunngjørt, at felagið hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Búmerkið hjá Føroya Banka kemur komandi kappingarár at prýða leikbúnarnar hjá felagsliðnum, sum í ár hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð [...] frá komandi kappingarári at rokna. Levi Hanssen, sum er uppvaksin í B36, men tey bæði síðstu árini hevur spælt við Skála, skal nú umboða EB/Streym.
har varð kunngjørt, at felagið hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Búmerkið hjá Føroya Banka kemur komandi kappingarár at prýða leikbúnarnar hjá felagsliðnum, sum í ár hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð [...] frá komandi kappingarári at rokna. Levi Hanssen, sum er uppvaksin í B36, men tey bæði síðstu árini hevur spælt við Skála, skal nú umboða EB/Streym.