Nephew vunnu

Hósdagin vunnu Nephew MTV-heiðurslønina sum besti danski bólkur 2008. Hóast Nephew ikki hava givið nakra fløgu út í ár, hava teir spælt fleiri konsertir enn nakrantíð áður. Á gaffa.dk stendur at lesa, at bólkurin hevur spælt næstan 40 konsertir í ár.

Hæddarpunktið hevur tó helst verið, tá ið teir spældu á Roskilde Festivalinum í ár. Henda konsertin er tikin uppá band og kemur út á DVD í næstum.

Kristian Riis úr Nephew sigur, at bólkurin nú ætlar sær at halda eina uppiborna andipausu frá konsertum. Ei heldur hevur bólkurin skipað fyri nakrari stórari konsertferð í 2008.

 

Nephewdreingirnir siga seg vera sera glaðar fyri heiðurslønini ? serliga tí at at hon kemur beinleiðis frá teirra viðhaldsfólkum.