Veikur kanadiskur dollari ger, at tað loysir seg ikki at salta upsa á virkinum á Sandi Sandoy Seafood á Sandi hevur saltað upsa til Kanada, men nú er kanadiski dollarin viknaður so nógv, at tað loysir seg ikki at salta upsa longur, og tí hevur felagið latið virkið aftur fyribils.
-Sum støðan er vorðin, er tað óforsvarligt at hava saltfiskavirkið opið, og tí verður tað arbeiðið ikki tikið uppaftur, fyrr enn toskurin kemur aftur, og betri prísur fæst fyri saltfisk, sigur Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Sandoy Seafood hevur eisini virki í Skopun. Í fjør vóru 130 ársverk hjá Sandoy Seafood, og felagið rindaði 18,4 mió. krónur í lønum í 2006.