Fótbóltur
Seinasti fótbóltsdysturin í hesum kappingarárinum er spældur, men í EB/Streymi var talan um eitt hendingaríkt vikuskiftið, hóast bólturin ikki rullaði.
Leygarkvøldið varð skipað fyri ársveitslu í ítróttarhøllini í Kollafirði, og har varð kunngjørt, at felagið hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Búmerkið hjá Føroya Banka kemur komandi kappingarár at prýða leikbúnarnar hjá felagsliðnum, sum í ár hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð, har teir vunnu steypakappingina og endaðu nummar tvey í landskappingini.
Harnæst boðar felagið umvegis heimasíðu sína í kvøld frá, at tey eisini hava knýtt ein leikara aftrat hópinum frá komandi kappingarári at rokna. Levi Hanssen, sum er uppvaksin í B36, men tey bæði síðstu árini hevur spælt við Skála, skal nú umboða EB/Streym.