Í kórinum er umleið 30 fólk í ymsum aldri .Sum tíðin er gingin er tað eftir hondini fleiri og fleiri úr øðrum bygdum enn Gøtu og Leirvík, ið hava valt at syngja við kórinum. Tað hevur gjørt at kórið hevur havt ætlanir um at finna eitt navn, ið ikki er staðbundið, men enn er ikki komið víðari við tí málinum. Kórleiðari í ár verður 37 ára gamli Petur Martin Johannesen, úr Klaksvík. Petur Martin er útbúgvin og hevur arbeitt sum organistur í Oslo. Fyri stuttum er hann fluttur til Føroya og undirvísir í dag í orgulspæli í Føroya Musikkskúla