Løgreglan í Portugal fer á tíðindfundi í morgun, at boða frá, at mamma Madelinu, Kate McCann er alment undir illgruna fyri at hava dripið dóttur sína.
Tað er bretska BBC, ið ber tíðindini í morgun. Hetta hendir eftir, at løgreglan hevur funnið DNA spor í málinum, ið stava frá leivdum av blóðspræni á baðiverilsinum á hotelrúminum har familjan búði, og haðani smágentan hvarv 3. mai.
Í gjár var Kate McCann avhoyrd av løgregluni í 11 tímar. Væntandi verður pápin avhoyrdur í dag.
Fyri eini viku síðan løgdu foreldrini hjá Madelinu sak móti portugisisku avísini Tal & Qual, sum hevur skrivað, at løgreglan hevur foreldrini undir illgruna í syrgiliga málinum um fýra ára gomlu gentuna.