Í dag varð tað mest sum staðfest, at Lyngby næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Felagið hjá Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen var í Århus, har botnuppgerð ímóti AGF var á skránni.
AGF skoraði til 1-0 í 1. minutti, og hóast Christian Lamhauge Holst javnaði í 34. minutti, so vann AGF 3-1. AGF sigurin ber við sær, at AGF á triði aftasta plássi nú hevur 24 stig, meðan Lyngby á aftasta plássi hevur 12 stig.
Viborg, sum er næstaftast, hevur 15 stig. Viborg fer um eina løtu at spæla á heimavølli ímóti FCM. Súni Olsen er millum teir fyrstu ellivu hjá Viborg. Hann skal spæla mitt á miðvøllinum.