Annikka Mittún Jacobsen hevur bara verið góðar tvær vikur í starvinum sum stjóri í Kringvarpi Føroya, men hon er farin beint í gongd við at fyrireika umskipanir av stovninum.
Sambært keldum í Kringvarpinum hevur nýggi stjórin lagt fram uppskot um bygnaðarbroytingar, sum bróta niður mørk millum deildir, og gevur stovninum færri leiðarar.
Men sambært Anniku Mittún Jacobsen, stjóra, er talan bert um upplegg til innanhýsis kjak. Hon hevur ikki avgjørt nakað enn, men vil samskifta við starvsfólki um at finna bestu loysnina.
- Vit hava tosað um, hvussu Kringvarpið skal skipast. Fíggjarætlanin hjá stovninum er kroyst, og vit hava brúk fyri at fáa meira fyri pengarnar. Vit hava nøkur ósett størv, men tey verða ikki sett í ár