var nevniliga á odda ein stóran part av dystinum, og tað var ikki fyrrenn heilt ímóti endanum at Aserbadjan fekk javnað. Føroyar løgdu seg á odda 1-0 stutt fyri hálvleik, tá Ári Mohr Jónsson skoraði eftir [...] a málverjanum. Frá byrjan av í seinna hálvleiki legði føroyska liðið eisini væl út, og millum annað Jákup Thomsen og Jóannes Bjartalíð kundu væl havt økt leiðsluna til 2-0 til Føroyar, um teir vóru eitt [...] , tá teir á útivølli spældu móti Aserbadjan í Baku. Endaliga úrslitið gjørdist ein 1-1 javnleikur, og eydnaðist tað tí U-21 landsliðnum í dag at fáa fyrsta stigið í hesari undankappingini. Men javnleikurin
fimm tey fyrstu umførini av hondbóltslandskappingini. Tá royndi liðið seg við nýggjari spælskipan, og hetta gekk avgjørt ikki meira enn næstbest. Úrslitið var ein katastrofulíknandi byrjan, ið hótti við [...] ð var byrjað. Síðani er tó vend komin í. Av seinastu 20 møguligu stigunum hevur KÍF vunnið tey 15, og nú farið verður undir seinasta fjórðingin av kappingini, eru kollfirðingar tvey stig undan kapping [...] arbeiða serstakliga hart fyri sigrinum. Roknað varð frá byrjan við, at talan skuldi verða um eitt brak, og við tveimum verjum, ið løgdu nógv fyri, roynbdu bæði liðini hvør í sínum lagi at køva mótstøðuna. Fyrstu
semju, so mugu báðir partar boyggja seg nakað. Og tað mátti Starvsmannafelagið eisini gera. - Vit vóru noydd at slaka í eftirlønini, sum framvegis stendur á 10 prosentum. Hana vildu vit annars hava upp, sigur [...] men tað er so eydnast nú. - Tilgongdin hevur verið tung. Vit hava verið noydd út í eitt verkfall, og vit hava verið serstakliga ónøgd við avgerðirnar hjá Fasta Gerðarrættinum, sum vit meta er farin út [...] - Vit ynkstu at bólka vanligu starvsfólkini upp í tríggjar flokkar, men endaðu á tveimum í staðin, og tað er so nakað, vit mugu taka upp aftur til komandi samráðingar, sigur Selma Ellingsgaard. Hon sigur
ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur. Sjúkueyðkenni eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38˚ Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vøddum. Leyst [...] vandabólki lata seg koppseta, og at fólk í heila tikið eru ansin. Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt [...] minking, men tað er ikki óhugsandi, at ein bylgja kemur afturat, sigur landslæknin Eg meti at umleið 10.000 tilburðir av H1N1 beinkrími hava verið í Føroyum síðani farsóttin tók seg upp í summar. Tað sigur
Á bygd hugsa fólk øðrvísi. Tey fara í kirkju og á møti, og teimum kemur als ikki til hugs at drekka øl sunnudag, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Og so avmarka vit útreiðslurnar við ikki at lata allar [...] Vit høvdu als ikki hugsað um hendan møguleikan, og tí hava vit ikki biðið um undantaksloyvi at hava opið í dag. Men tá løgmaður ringdi til mín í vikuni og spurdi, um tað ikki var eitt gott hugskot at bjóða [...] i at hava opið í dag, sunnudagin 1. apríl, tá Rúsan í Havn hevur opið sum leygardagin, frá klokkan 10 - 14. Hetta er ein so stórur dagur fyri so nógvar føroyingar, sum hava bíðað í 32 ár fyri at sleppa
Havstovuna at ráða yvir. Aftrat hesum eru 8.000 tons, sum eru ætlað til aðrar vinnuligar royndir og møguliga til býtishandil við onnur lond um veiðirættindi. Jacob Vestergaard sigur, at í vár vístu russar [...] Barentshavinum um við makrel úr føroyskum sjógvi. - Vit hitta russar aftur í Reykjavík í Íslandi um einar 10 dagar, tá fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi fara at hittast á árligum fundi. Við eitt slíkt høvi [...] verandi avtalu við russar, er býtisfiskurin, sum Føroyar lata aftur fyri tosk úr Barentshavinum, makrelur og svartkjaftur, tó at russar í avtaluni fyri 2012 fáa nógv minni makrel enn í undanfarna ári. - Við tað
Dómarin kom av álvara í fokus, tá Barcelona í kvøld vann 3-1 á Arsenal og kom víðari í Champions League. Arsenal fekk Robin van Persie útvístan tíðliga í seinna hálvleiki. Við støðuni 1-1 fekk Robin van [...] men megnaði ongantíð orduliga at fáa upployst Arsenal verjuna. Serliga miðverjan hjá Arsenal stóð væl og megnaði í flestu førum at steðga Barcelona framherjunum. Arsenal mátti longu eftir 19 minuttir skifta [...] ein skaða í hondina. Í hansara stað kom Manuel Almunia. Stutt fyri hálvleik blivu menn nakað heitir og dómarin mátti fleiri ferðir í lumman eftir gula kortinum. Ein annar maður, ið eisini gjørdist heitur
afturhalda og avrokna vinningsbýtisskattin til TAKS innan 14 dagar frá tí, at avgerðin um útlutan varð tikin. Um útlutað verður til feløg heimahoyrandi í Norðurlondum ella Sveis, ið eiga 10% ella meira [...] vinningsbýti til partaeigararnar. Hetta tilmælið frá nevnd bankans varð samtykt á eykaaðalfundinum í gjár, og avgjørt er, at útgoldnar verða sum serstakt vinningsbýti 46,8 kr. fyri hvørt partabræv á nominelt [...] felagið skal halda 35% aftur í skatti, tá ið útlutað verður til føroyskar ella útlendskar persónar, og 18% í skatti, tá ið útlutað verður til útlendsk feløg. Um útlendskir persónar ella útlendsk
Noma er kosin heimsins besta matstova og stendur ovast á listanum hjá World's 50 Best Restuarants. Og ein onnur kend matstova í Keypmannahavn, Geranium, er nummar 2 og harvið næstbesta matstova í heiminum [...] fóru at vera á listanum, og at ein teirra fór at vera Koks, sum hann gitti fór at liggja í ovara endanum. Hann metti, at Noma fór at liggja heilt ovarliga, kanska nummar 1. Og tað var júst tað, sum hendi [...] Frantzén Stockholm, Sweden 7. Maido, Lima, Peru 8. Odette, Singapore 9. Pujol, Mexico City, Mexico 10. The Chairman Hong Kong, China 11. Den, Tokyo, Japan 12. Steirereck, Vienna, Austria 13. Don Julio
kirkjusóknunum í 2010 og í 2021. Gongdin er greið, at talið av limum í fólkakirkjuni minkar spakuliga. Men tað er greiður munur á, hvussu nógvar limir fólkakirkjan hevur eitt nú í Norðuroyggjum og í Norðurstreymoys [...] Men tað merkir ikki, at færri fólk nú eru limir í Fólkakirkjuni. Tí sjálvt um prosenttalið er lægri, og talið av fólki hækkað úr 39.000 í 2000 til 41.601 í 2021. Hetta tíðarskeiðið hevur verið fólkavøstkur [...] ymoys, Vágum og Sandoy. Í høvuðsstaðarøkinum í Suðurstreymoy, sum fyri tað mesta er Havnin, eru 79,6 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Tað er eitt sindur yvir miðaltalinum fyri Føroyar, sum er