Nógv bendir á, at talið av tilburðum er í minking, men tað er ikki óhugsandi, at ein bylgja kemur afturat, sigur landslæknin Eg meti at umleið 10.000 tilburðir av H1N1 beinkrími hava verið í Føroyum síðani farsóttin tók seg upp í summar.
Tað sigur Høgni Debes Joensen, landslækni í morgun.
Hann leggur afturat, at nógv bendir á, at talið av tilburðum er í minking, men tað merkir ikki at krímsjúkan er hasa av. Vit fara heilt givið at síggja nýggjar tilburðir framyvir. Ikki er óhugsandi, at ein nýggj triðja bylgja fer at taka seg upp ? kanska seinni í vetur ella í vár. Tí mæla vit framvegis til, at fólk í vandabólki lata seg koppseta, og at fólk í heila tikið eru ansin.
Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt. Nærri útgreining av vandabólkum sæst á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, sí www.hmr.fo.
Mælt verður til, at fólk í vandabólki biðja um tíð hjá kommunulækna skjótast gjørligt, fyri at verða koppsett. Koppingarevnið minkar í stóran mun um vandan fyri smittu.
Góð ráð
Tað týdningarmesta fyri at fyribyrgja smittu er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur. Sjúkueyðkenni eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38˚ Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri.
Viðgerð
Týðningarmikið er, at fólk í vandabólki seta seg í samband við lækna, um tey sjálvi ella onkur, ið tey hava nært samband við, fáa sjúkueyðkenni, við atliti til viðgerð. Skal antiviral viðgerð (Tamiflu ella Relenza) virka, so eigur hon at verða byrjað innan 48 tímar eftir sjúkubyrjan.
Fólk annars, ið gerast meira enn vanliga sjúk av influensa - eitt nú fáa trupulleikar við at anda ella hava høgan fepur í meira enn tríggjar dagar - skulu seta seg í samband við lækna, um tey fáa sjúkueyðkenni.
Tú eigur eisini at seta teg í samband við lækna, um barn títt undir trý ár hevur høgan fepur ella ikki vil drekka ella taka bróstamjólk.