Tað er ikki óvist, at Føroyar ikki kunnu fáa nøkur tons av toski aftrat frá russum úr Barentshavinum í ár, um Føroyar lata teimum nøkur tons av makreli aftrat.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann vísir á, at av samlaðu føroysku makrelkvotuni í ár á stívliga 148.000 tons, verða 4.000 tons ikki útlutað beinanvegin, tí hesi tonsini verða til Havstovuna at ráða yvir. Aftrat hesum eru 8.000 tons, sum eru ætlað til aðrar vinnuligar royndir og møguliga til býtishandil við onnur lond um veiðirættindi.
Jacob Vestergaard sigur, at í vár vístu russar ein ávísan áhuga fyri kanska at býta eitt sindur meiri av toski í Barentshavinum um við makrel úr føroyskum sjógvi.
- Vit hitta russar aftur í Reykjavík í Íslandi um einar 10 dagar, tá fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi fara at hittast á árligum fundi. Við eitt slíkt høvi plagdu vit eisini at tosa saman landanna millum.
Landsstýrismaðurin sigur, at í Íslandi ætlar hann at finna út av, um áhugi framvegis er hjá russum at býta eitt sindur meiri av makreli um við tosk í Barentshavinum.
Í verandi avtalu við russar, er býtisfiskurin, sum Føroyar lata aftur fyri tosk úr Barentshavinum, makrelur og svartkjaftur, tó at russar í avtaluni fyri 2012 fáa nógv minni makrel enn í undanfarna ári.
- Við tað, at svartkjaftakvotan øktist, kundu vit lata russum í verandi avtalu væl meiri av svartkjafti, og tí minkaði parturin av makreli í býtisavtaluni.
Jacob Vestergaard heldur, at tað serliga er Rusland, sum er áhugavert í einum møguligum býtishandli fyri øktum veiðirættindum í hesum árinum.
- Líkt er ikki til, at vit koma nakran serligan veg í býtishandli við onnur lond, eitt nú Ísland og Grønland, leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin fegnast annars um, at nógv betri javnvág er í avtaluni við russar nú enn áður.
- Í avtaluni við russar fáa vit nú væl meiri tosk fyri tað, sum vit lata undan Føroyum, og vit kunnu bara fegnast um, at meiri liggur eftir í okkara part, enn tað áður hevur gjørt í sínámillum fiskiveiðiavtalum landanna millum, sigur Jacob Vestergaard.